Sterki enn nakrantíð

Havnar Framburðsfelag hevur nú endaliga avgreitt uppstillingina til løgtingsvalið. Á listanum eru 6 kvinnur og 10 menn, sum eru úr øllum aldursbólkum.

 

Vit fegnast um, at valevnislistin bæði er fjølbroyttur og hevur eina breiða umboðan, sigur Jan Vestergaard, formaður í Havnar Framburðsfelag. Tað skal ongin ivi vera um, at Fólkaflokkurin leggur nógv fyri hesuferð, til tess at fáa eitt so gott val sum gjørligt í Tórshavnar Kommunu, leggur hann afturat.

 

Valevnini eru hesi:

 

  • Jóhanna Andreasen
  • Ruth Fjallsá Benbakoura
  • Astrið Breckmann
  • Jessica Cazabon Celibashi
  • Tummas í Garði
  • Rúni Hammer
  • Niels Jacob Heinesen
  • Annfinn Hjelm
  • Jannie Dam Jacobsen
  • Birita Lamhauge Jóansdóttir
  • Fróði Magnussen
  • Erling Mørkøre
  • Birgir Nielsen
  • Leivur Simonsen
  • Eyðun Jákupsson Tausen
  • Jan Vestergaard