Í kvøld hevur FSF boðað feløgunum, sum framvegis eru við í kappingini, frá, at tvær fjórðingsfinalur verða spældar 2. páskadag, 24. mars, soleiðis, sum tað upprunaliga varð ásett, og at tvær fjórðingsfinalur skulu spælast týsdagin 25. mars seinnapartin.
B71-AB og HB-TB dystirnir eru ásettir at vera 2. páskadag klokkan 15, meðan fyrsta bríkslið í EB/Streymur-KÍ og 07 Vestur-B36 er ásett at vera týsdagin 25. mars klokkan 16.30.