Í dag vórðu tríggir dystir í kappingini um Løgmanssteypið avlýstir ella avblástir orsaka av kavaroki.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur í kvøld boðað frá, at dystirnir skulu spælast nú leygardagin, páskaaftan.
Skráin sær soleiðis út:
FRAM ? KÍ kl. 13:00
B36 ? SKÁLA kl. 15:30
ÍF ? HB kl. 15:00
Dysturin í fjórðingsfinaluni um Løgmannsteypið B71 ? AB verður leiktur eftir skránni 2. páskadag.
Eftir at omanfyri nevndu dystir eru leiktir, tekur Kappingarnevndin avgerð um, nær hinir dystirnir í fjórðingsfinaluni skulu spælast, hevur kappingarnevndin boðað feløgunum frá í kvøld.
Fjórðingsfinalurnar verða hesar:
07Vestur-B36/Skála
B71-AB
EB/Streymur-Fram/KÍ
ÍF/HB-TB