Stjórin fylgir við á Facebook

Arbeiðsgevarar nýta í stóran mun Facebook, til at eftirkanna starvsfólk og fólk, sum søkja um starv. Ein donsk kanning vísur, at fleiri fólk hava ikki fingið arbeiði, orsaka av ósketni á Facebook. -Seinastu árini er ein stórur marknaður fyri keyp og sølu av privatum upplýsingum uppstaðin. Privatu upplýsingar eru næstan gull verdir, sigur Anette Høyrup, sum er løgfrøðingur í danska brúkararáðnum.

 

Hon sigur, at hóast ein ikki endar á forsíðunum á øllum heimsins bløðum, so er tað kortini sera strævið í gerandisdegnum, at fleiri markleysar fyritøkur hava atgongd til privatar upplýsingar. Eitt nú um telduposturin er á tremur við lýsingum, ella ein verður ringdur upp á sína privat telefon, sigur Anette Høyrup.

 

Serstakliga sosiala heimasíðan Facebook er vandamikil, staðfestir danska Brúkararáðið í dag. Brúkararáðið mælir til, at fólk javnan broyta sítt loyndarorð, tí Facebook hevur stórar trupulleikar við sokallaðum hackarum, sum stjala privatar upplýsingar og kotur.