Stjørnurnar eru á veg uppeftir

Fronsku spælararnir tykjast vera væl svangari hesa ferð, enn teir vóru tað, tá ið teir fyri trimum árum síðani vitjaðu í Føroyum

Tað er eitt sindur kroystari franskt landslið, enn tað inntil fyri stuttum varð roknað við, sum seinnapartin í morgin fer at renna inn á Tórsvøll. Frakland er framvegis favorittur at gerast partur av EM endaspælinum næsta summar. Men eftir óvæntaða 1-0 heimatapið ímóti Skotlandi er alneyðugt hjá fransmonnum at fáa fulla úrtøku í morgin.

Sammett við, tá ið Frakland vitjaði í Føroyum 8. september í 2004, eru fleiri stjørnuspælarar ikki við hesa ferð. Eitt nú Zidan, sum er givin, og Vieira sum er skaddur. Talan er tó um heimsstjørnur, sum umboða nøkur av størstu feløgunum í Europa. Eitt nú eru fimm úr Arsenal tríggir úr Barcelona, tveir úr Chelsea og ein úr Manchester United.

At fransmenn framvegis spæla framúr undirhaldandi, var sjón fyri søgn, tá ið teir 12. september á heimavølli spældu Skotland sundur og saman. Men teir megnaðu ikki at skjóta mál, og so skoraðu skotar eitt framúr mál so at siga burtur úr ongum.

- Tá ið vit hittu teir her fyri trimum árum síðani, skoraðu teir miðskeiðis í 1. hálvleiki, og teir øktu til 2-0 fram ímóti dystarenda. Ta ferðina var tað intenst alla tíðina, sigur føroyski venjarin Jógvan Martin Olsen, sum heldur, at tað er munur á franska liðnum fyri trimum árum síðani og nú:

- Tá vóru teir rættuliga mettir. Nú er talan um nógvar teir somu spælararnar, men tað kennist sum um, at teir eru væl svangari og uppsettari nú, enn teir vóru tað í 2004. Fleiri av stjørnunum – eitt nú Thierry Henry – hava skift felag. Arsenal og Barcelona hava í heyst kanska verið tey feløgini í Europa, sum hava víst mest hugflogsríka spælið av øllum. Tað eigur heilt víst at vera íblástur á landsliðnum, heldur føroyski venjarin.

Tá ið føroyska liðið í fjør var í París, var úrslitið 5-0. Teir skoraðu skjótt tvey mál, og síðstu smáu tjúgu minuttirnar skoraðu teir tríggjar ferðir:

- Teir spæla skjótt og brúka nógv langar skiftingar. Tað krevur nógv renniarbeiði av okkara liði, og tískil er vandi fyri, at møðin gevur seg til kennar síðstu løtuna.


Rokna við endaspælinum

Hóast óvæntaða tapið ímóti Skotlandi, so tykist Frakland hava beina kós í endaspælið, og miðverjin úr Arsenal, William Gallas, sum ikki hevur spælt, síðani hann var skaddur 19. august, og sum hesa ferð verður undir liðini á Barcelona stjørnuni Lilian Thuram, vísti í gjár á, hvussu teir skulu vinna á Føroyum:

- Vit fara at vinna, men tað verður strevið. Um tað eydnast at okkum at fáa mál innan tíggju minuttir eru farnir, so verður talan um heilt øðrvísi uppgerð. Teir fara at hava tíggju spælarar aftanfyri bóltin. Avbjóðingin hjá okkum verður at finna pláss at spæla á. Tað fer at eydnast okkum, heldur Arsenal stjørnan Gallas.

At Frakland er farið at hugsa um endaspælið næsta summar sæst aftur í, hvørjir vinardystir eru avtalaðir eftir ársskiftið. Frakland skal spæla í Spania 6. februar, 26. mars fer Ongland at vitja í París, og harafturat er avrátt, at Frakland og Rumenia skulu hittast. Enn er ikki avgjørt, nær og hvar dysturin skal spælast.

Franska liðið fer úr Føroyum beinanvegin eftir dystin í morgin. Mikudagin verður uppgerð ímóti Litava í Nantes, og í november skal Frakland spæla í Ukreina.