Stjarnan, ið er liðið hjá Ingu Mariu Roysdóttir (myndin) og Natasju Hammer spælir aftur í bestu íslendsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.
Tað eydnaðist Stjörnuni at vinna fimtu og avgerandi uppflytingarfinaluna móti Grótta á heimavølli. Stjarnan vann dystin 25-23. Í steðginum stóð illa til, tí tá var Grótta á odda 16-10. Men við góðum avriki í seinna hálvleiki bar á mál hjá føroyingaliðnum.
Inga Maria skoraði seks mál og legði upp til trý mál (assist). Natasja skoraði fimm mál og legði upp til fýra mál. Tær báðar vóru fremstu málskjúttarnir hjá heimaliðnum í hesum sera týðandi dystinum.











