Stjórnarráð og stovnar keypa fyri slakar tvær milliardir árliga

Seinastu trý árini hava stjórnarráðini og stovnar landsins árliga keypt vørur og tænastu fyri slakar tvær milliardir krónur um árið

Rugh Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, svarar spurnigninum frá Bárði á Lakjuni Mynd: Álvur Haraldsen

Tað sæst í svari frá Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann. 

Bárður á Lakjuni spurdi í einum grein 52a fyrispurningi landsstýriskvinnuna soleiðis:

1. Hvussu nógvar krónur hava stjórnarráðini og stovnar landsins árliga keypt fyri í vørum og tænastum seinastu 3 árini?

2. Hvussu stórur prosentvísur partur av keypunum hesi árini hevur verið í útboði; og kundi tað verið ein størri partur, sum varð boðin út?

3. Hvat vísa hagtølini hvat viðvíkur, hvussu væl tað loysir seg peningaliga at bjóða út?

4. Eru ætlanir um at gera keyp landsins meiri gjøgnumskygd – eisini smærru upphæddirnar?

5. Um ja, hvussu langt er man komin við hesum?

 

Í svarinum til fyrsta spurnignin vísir Ruth Vang hesa talvuna, sum vísir, at fyri árini 2022, 2023 og 2024 keyptu stjórnarráðini og stovnar tess vørur og tænastur fyri millum 1,8 og 1,9 milliardir krónur:

##med2##

– Tað er ikki skrásetingargrundarlag til at svara spurninginum. Bert útboð, sum eru løgd á Keypsportalin, og umbiðin undantøk, er yvirlit yvir og tá ikki altíð í mun sáttmálaupphædd, sigur landsstýrisvkinnan, sum heldur fram:

– Nevnast kann, at í 2022 vóru 48 útboð á Keypsportalinum, í 2023 var talið 41, og í 2024 vóru aftur 48 útboð. Smærri keyp í hópatali verða avgreidd sum tilboðsfyrispurningar, og teir eru ikki skrásettir hjá Keypsportalinum, sigur hon.

Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan hava tó eina greiða fatan av, at tað kundi verið meira, sum varð bjóðað út, gjøgnum útboð, tilboðsfyrispurningar ella fevnt av rammusáttmálum.

Svar til spurning 3:

– Sum greitt frá omanfyri finnast ikki nøktandi hagtøl um heildina. Men tað er greitt, at tá ið stovnar landsins bjóða vørur út í kapping, gjøgnum útboð ella tilboðsfyrispurning, so eru royndirnar aloftast sera góðar. Tað eru nógv dømi um stovnar, sum hava fingið vørur og tænastur munandi bíligari. Tað kann eisini verða lagt afturat, at tað at kappingarútseta almenn keyp, styrkir kappingina í landinum og loyvir nýggjum veitarum framat, sigur Ruth Vang.

 

##med3##

 

Svar til spurning 4:

Her vísir landsstýriskvinnan í fíggjarmálum á, at Fíggjarmálaráðið hevur til áður settan fyrispurning, fyri beint yvir trimum mánaðum síðani svarað, at arbeitt verður við at dagføra rundskrivið og at gera fleiri átøk fyri at kappingarútseta almenna keypið av vørum og tænastum.

– Málið er tað sama, sum tað altíð hevur verið og tað er, at fleiri keyp skulu verða bjóðað út gjøgnum útboð, tilboðsfyrispurningar ella fevnt av rammusáttmálum, soleiðis at meira fæst fyri skattgjaldarans pening, sigur hon og vísir á hesi ætlað átøk:

• Arbeitt verður við at dagføra rundskrivið, herundir lækka upphæddina fyri nær bjóðast skal út, og verður hetta arbeiðið eftir ætlan skjótt liðugt. Ætlanin er eisini at dagføra sjálvan keypsportalin tøkniliga.

• Gjaldstovan skal eisini frameftir hava eitt vakið eygað við, at landsins stovnar útseta síni keyp fyri kapping. Hetta verður fyrst og fremst gjørt við at styrkja keypsfunktiónina. Hetta kann verða fíggjað við einum parti av teimum sparingum, sum verða skaptar.

• Eftirlitið við rundskrivinum kann eisini betrast við, at stovnar skulu vátta um keyp eru kappingarútsett, við tøknligari loysn, sum Gjaldstovan fer at menna.

• Royndirnar hjá Gjaldstovuni við rammusáttmálum hava víst, at tað er munandi upphæddir at spara. Gjaldstovan skal tískil skipa fleiri útboð av rammusáttmálum.

• Fíggjarmálaráðið skal tryggja, at tað kann fáa játtanarligar fylgjur, um tað verður staðfest, at stovnar ikki halda seg til rundskrivið.

Í sambandi við spurning vísir hon til svarið til spurning 4.

 

Rugh Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, svarar spurnigninum frá Bárði á Lakjuni Mynd: Álvur Haraldsen

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður Fólkafloksins, hevur sett Ruth Vang ein grein 52a fyrispurning um innkeypið hjá stjórnarráðunum og stovnum tess. Mynd: Álvur Haraldsen