Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er liðugur við yvirlitstrolingarnar í ár. Skipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál vardi í ein tíma.
- Tað var sera lítið at fáa av toski og eisini lítið at fáa av longu og tungu í mun til onnur ár. Hinvegin var nógv at fáa av hýsu, hvítingsbróðri, svartkjafti og blálongu.
Á Havstovuni siga tey, at nøgdirnar av reyðsprøku, upsa, brosmu og stóra kongafiski vóru nakað tær somu sum undanfarin ár.
- Magakanningarnar vístu, at her var sera lítið til av nebbasild, men toskur og hýsa vóru kortini rímiliga væl í holdum.
Jákup Sverri hevur eisini gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka, har 29 hál vórðu tikin.
Bankin liggur í ein útsynning úr Føroyum og hevur verið friðaður fyri mest sum allari vinnuligari veiði árini 2008 til 2021.
- Her var støðan heilt øðrvísi enn á føroyska landgrunninum. Tað var nógv meira at fáa av toski í mun til onnur ár, soleiðis at nøgdin var tann størsta, síðan hesar yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996.
Á Havstovuni siga tey, at talan var mest um sera stóran toskur, tó at einstakir smærri toskar vóru uppií.
- Her var eisini sera nógv at fáa av hýsu, tó at nøgdin helst er minkandi. Nøgdin av longu er komin niður á eitt vanligt støði.
Magakanningarnar av fiski av Føroyabanka vístu, at nakað var til av nebbasild.
- Toskurin og stóra hýsan vóru rak í mun til onnur ár. Hetta er helst orsøkin til, at meira toskur kemur á línuna nú enn árini frammanundan, siga tey á Havstovuni.
Lagt verður aftrat, at tilmæli um fiskskap á landgrunninum og Føroyabanka verður latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, tá stovnsmetingarnar eru lidnar í november/ desember.