- Eg fari ikki í panikk í løtuni, men tað er ongin ivi um, at eg vil spæla. Broytist tað ikki, so má eg umhugsa støðuna á nýggjum, sigur Gunnar Nielsen um støðuna í felagunum hjá sær.
Hoyr samrøðuna við Gunnar Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini
Føroyski landsliðsmálverjin spælir til dagligt við skotska Motherwell. Hetta kappingarárið hevur tað ikki eydnast Gunnari at vinna fast pláss millum stengurnar. Farna kappingarár var støðan skiftandi, men hetta kappingarárið hevur hann sitið allar minuttirnar á bonkinum.
Les eisini: Fyrsta boð upp á liðuppstillingina
Tó er lítið ivi um, at Gunnar Nielsen verður millum stengurnar, tá føroyska landsliðið leygarkvøldið spælir móti Norðurírlandi. Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur meldað út, at støðan hjá føroyska málverjanum er óheppin, men at hann framvegis er fyrsta val.
Les eisini: Landsliðið komið til Belfast
Landsdysturin leygarkvøldið móti Norðurírlandi byrjar klokkan 19.45.