Støðisupphæddin í fólkapensiónini er ein rættur

Tað eru eini 12 til 15 ár síðani at javnaðarflokkurin sá tann veruleikan í eyguni, at tað ikki fór at bera til at fíggja eina hægri fólkapensión yvir skattin, og tí løgdu vit til brots við samhaldsfasta, sum er eitt ískoyti til fólkapensiónina - ein arbeiðsmarknaðareftirløn fyri øll

Í eini tingsetu fyrr í valskeiðnum, hevur fólkaflokkurin skotið upp fyri tinginum, at seta í verk eina nýggja eftirlønarskipan, sum skal avloysa bæði fólkapensiónina og samhaldsfasta.

Tann svarti tráðurin í fólkafloksuppskotinum var, at alt samhaldsfestið - allur solidariteturin - skuldi burtur, og at vit skuldu hava eina persónliga eftirlønarskipan, har hvør einstakur skuldi gjalda inn og fáa út aftur í mun til tað, ið viðkomandi hevði goldið. Við øðrum orðum merkir hetta, at tann lønarójavnin, sum hevur verið í arbeiðsárunum, skuldi halda fram og helst vaksa á ellisárum. Við stórai andstygd vendur javnaðarflokkurin sær burtur frá eini slíkari skipan.

Fólkaflokkurin mælti til, at samhaldsfasti skuldi avhøvdast beinan vegin, og fæið hjá arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum skuldi fara í landskassan og nýtast til eina hægri fólkapensión eina tíð, men seinni skuldi fólkapensiónsskipanin eisini setast úr gildi, og tann persónliga eftirlønartryggingin taka við. Í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu eru nakrar orðingar, sum kunnu snara eftirlønarpolitikkinum hjá sitandi landsstýri og samgonguni, á ta kósina, ið fólkaflokkurin fyrr hevur sett út í kortið.

Talið av eldri fólki, ið skulu hava pensión ella eftirløn, verður nógv størri um nøkur ár, verður sagt, og hetta verður borið fram, sum um tað í sjálvum sær er ein trupulleiki. Vit í javnaðarflokkinum síggja ikki hetta sum nakran trupulleika, men taka tað heldur sum nakað, ið vit eiga at fegnast um. Hetta er ein partur av vælferðini, ið vit hava verið við til at skapa, og sum so at siga øll vildu hava. Spurningurin er bara, um vit duga at leggja ein eftirlønarpolitikk til rættis, ið tekur hædd fyri hesum. Tíverri noyðast vit at ásanna, at í verandi samgonguflokkum, tykist ongin at hava handalag til hetta. Tað er trupulleikin.

Landsstýrismaðurin í almanna- og arbeiðsmarknaðarmálum, hevur nú boðað frá, at hann vil bøta um støðuna hjá teimum pensionistum, ið onki annað fáa, uttan fólkapensiónina og samhaldsfasta. Hetta vil hann gera, við at skerja pensiónina hjá øðrum pensionistum, ið fáa aðra pensión, ella hava inntøku við síðuna av pensiónini. Í summum førum verður fólkapensiónin so nógv skerd, at talan verður um, at helmingurin av støðisupphæddini (grundupphæddini) verður tikin burtur. Higartil hevur støðisupphæddin verið ein mannarættur hjá øllum. Javnaðarflokkurin heldur, at soleiðis eigur tað er verða í framtíðini eisini, og tí fær ætlanin hjá landsstýrismanninum (les fólkaflokkinum) ikki okkara undirtøku.

Landsstýrismaðurin ásannar, at talið av teimum, sum skulu hava eftirløn (pensión) um nøkur ár verður munandi størri enn tað er í dag. Hetta er rætt. Men hvussu ætla landsstýrismaðurin og fólkaflokkurin at vit skulu útvega eina hóskandi eftirløn til øll hesi? Tað verður nevniliga eisini ásannað, at tað ikki letur seg gera at fíggja eina hægri eftirløn yvir skattin, og tí verður talan um at ganga aðrar leiðir. Men hvør er so hendan leiðin? Skulu vit í framtíðini ganga tað leiðina, ið landsstýrismaðurin nú boðar frá, og tað vil siga, at hvørja ferð nakrir pensionistar skulu hava meira, so verður hetta tikið frá nøkrum øðrum pensionistum?

Ella er hetta eitt fyrsta stigið á leiðini, við tí fyri eyga, at fremja ætlan fólkafloksins, um at avtaka lógina um samhaldsfasta og fólkapensiónslógina, við tí endamáli at skipa eina persónliga eftirlønartrygging, har alt samhaldsfesti (allur solidaritetur) verður niðurbundin, soleiðis at tryggjað verður, at tann lønarójavni, sum er í arbeiðsárunum verður varðveittur og øktur á ellisárum. Ójavnin í hesi skipan liggur í tí, at inngjaldið til skipanina verður ásett eftir inntøku, og at útgjaldið verður í mun til inngjaldið. Soleiðis verður ójavnin varðveittur og helst eisini øktur.

Í dag valdar ruðuleiki á eftirlønarøkinum. Vit hava eina fólkapensiónsskipan. Vit hava samhaldsfasta. Nøkur hava tænastumannaeftirløn. Onnur eru í løntakarafeløgum, ið hava eftirlønarskipanir, og uppaftur onnur hava sína egnu skipan. Politikkurin, sum landsstýrismaðurin nú boðar frá, hevur til endamáls at viðurkenna henda ruðuleika. Ætlanin tykist vera, at tær samhaldsføstu skipaninar - fólkapensiónin og samhaldsfasti - skulu víkja fyri nøkrum ósolidariskum skipanum. Tað vil siga at eftirlønarpolitikkurin hjá fólkaflokkinum verður settur í verk.

Tað eru eini 12 til 15 ár síðani at javnaðarflokkurin sá tann veruleikan í eyguni, at tað ikki fór at bera til at fíggja eina hægri fólkapensión yvir skattin, og tí løgdu vit til brots við samhaldsfasta miðskeiðis í áttatiárunum. Samhaldsfasti, sum skal verða eitt ískoyti til fólkapensiónina, verður fíggjaður við gjøldum frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er ein arbeiðsmarknaðareftirløn fyri øll. Eisini fyri heimaarbeiðandi og onnur sum ongantíð hava verið úti á almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum.

Málið má vera at menna samhaldsfasta, soleiðis at arbeiðsmarknaðareftirlønin, saman við verandi fólkapensión, verður ein so góð eftirløn, at tað ikki verður neyðugt hjá feløgum og einstaklingum at gera serligar eftirlønarskipanir.


Tann 6. oktober 1997

Vilhelm Johannesen