Størsta ár nakrantíð hjá Skúlafótbólti

2.108 næmingar hava spælt fótbólt í blandaðum liðum, gentuliðum og dreingjaliðum til Skúlafótbóltin 2021/ 2022

Hósdagin 16. juni var seinasta umfar í Skúlafótbólti í ár, tá 1. og 2. flokkar høvdu lagt leiðina til Vágs í Marghøllina á Oyrunum til Skúlafótbólt.

 

Henda dagin kappaðust 389 børn í 1. og 2. flokki, og hetta var eisini eitt av stóru umførunum til Skúlafótbólt í ár.

 

Nú Skúlafótbóltur er liðugur fyri hetta Skúlaárið kann staðfestast, at árið gjørdist tað størsta við Skúlafótbólti nakrantíð.

 

- 2.108 næmingar hava spælt fótbólt í blandaðum liðum, gentuliðum og dreingjaliðum til Skúlafótbóltin 2021/ 2022 – og aftrat hesum hevur verið stórt hundrað lið av fylgjarum.

 

Fyrireikararnir vísa á, at 27 fólka-, miðnáms- og háskúlar hava luttikið í Skúlafótbólti í 2021/ 2022, og Skúlafótbóltur er sum kunnugt fyri allar árgangir úr 1. flokki til miðnáms- og háskúlaflokkar. 

 

- Í mun til vanligar fótbóltskappingar í Føroyum, er Skúlafótbóltur einasta fótbóltskapping, har spælt verður í blandaðum liðum. Og júst hesin hátturin er millum teir best umtóktu, tí 992 børn og ung hava í ár kappast á blandaðum liðum. 

 

Fyrireikararnir vísa á, at eingin Skúlafótbóltur hevði verið uttan stuðlar, og aftur í ár hevur tað borið til at skipa Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági við góðum stuðli frá høvuðsstuðlinum BankNordik og í góðum samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og Vágs kommunu.

 

- Skúlafótbóltur verður sjálvsagt aftur á skrá í heyst, og innbjóðingar verða fyrst í september sendar til allar fólkaskúlar og miðnámsskúlar kring landið. Sum nakað nýtt verður eisini í heyst skipað fyri Skúlafótbólti fyri serbreytirnar í skúlunum kring landið.

 

Fyrireikararnir vísa á, at bæði myndir og filmsbrot frá Skúlafótbólti 2021/ 2022 kunnu síggjast á Facebook-vanganum Skúlafótbóltur.