Sum ein avleggari til torradagarnar í Klaksvík verður bindiklubbakvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Frits Johannesen hevur tikið stig tl tiltakið.
Har verður bæði felagssangur, framførdur tónleikur og sangur, sjónleikur og frásagnir.
Frits Johannesen fer at bjóða vælkomin út frá orðatakinum: Neyð lærir nakna kvinnu at spinna.
Randi Sigurðsdóttir Vang, døturnar og Jónhild Johannesen fara at hugleiða um samljóð og samvirðir, og Mathilda Abrahamsen fer at tosa um elsta bindiklubban í Fuglafirði. Hon hevur myndir av bindiklubbanum.
Ein lítil skemtileikur um ein gulan bil, húsarokk og ein grán ford verður framførdur av Mimi Steintórsdóttir, Kristinu Joensen, Frits Johannesen og Niels Midjord.
Fleiri kvinnur hava myndir og fara at siga frá sínum bindiklubbum.
Sjúrður Skaale er boðin við til at halda røðu fyri stokkakonunum.
Petur Martin Petersen hevur yrkt sangin stokkarnir glinta, ið verður sungin sum felagssangur. Genukórið gamla fer at syngja fleiri sangir, og Poul Jakku Lundsbjerg spælir á harmoniku.