Stór innandurakapping í høllini í Tofta skúla

- Áhugin er stórur, og vit hava fingið metnógvar tilmeldingar. Men, ávísir aldursbólkar kundu verið enn betri mannaðir, sigur Kristian Poulsen og leggur aftrat, at fólk framvegis eru vælkomin at tekna seg til kappingina.

Leygardagin hin 28. januar skipar fjepparafelagið hjá B68, Reyði Pantarin, fyri stórari innandurakapping í høllini í Tofta skúla.

 

Kristian Poulsen sigur, at áhugin er stórur, og tey hava fingið metnógvar tilmeldingar.

 

- Men, ávísir aldursbólkar kundu verið enn betri mannaðir, og tí eru fólk framvegis vælkomin at tekna seg til eina fantastiska innandurakapping.

 

Kristian Poulsen sigur, at kappingin er fyri tey yngru liðini í aldrinum U5 til U16. Hvørt lið telur fimm leikarar og í mesta lagi ein eyka leikara. Tó spæla U13, U15 og U16 við fýra leikarum.

 

Liðini kunnu hava egin nøvn - ella nevnast eftir fótbóltsfeløgunum, har tey spæla. 

 

- Eru trý ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum eisini. Annars hava gentulið møguleika at leika við dreingjaliði, tó í einum yngri aldursbólki, um tær ynskja tað.

 

Kristian Poulsen sigur, at luttøkugjaldið fyri hvørt liðið er 500 krónur, og tað verður goldið, tá møtt verður til kappingina. 

 

- Tilmelding fer fram við at ringja ella senda sms til Jan Andersen á tlf. 749060, og seinasta freist at melda til er mikudagin hin 25. januar klokkan 22, leggur Kristian Poulsen aftrat.

 

##med2##