Kanningin verður gjørd av Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Danmarks Statistik og Aarhus Universitet og er tann størsta kanningin higartil av føroyingum í Danmark, skrivar Fróðskaparsetrið.
Allir føroyingar, sum eru fluttir til Danmarkar í minsta lagi eina ferð eftir 1999 og eru farnir undir yrkisútbúgving ella hægri útbúgving innan 12 mánaðir eftir, at teir eru fluttir, eru við í kanningini. Kanningin fevnir um føroyingar, sum vóru fluttir til Danmarkar og byrjaðu upp á eina útbúgving áðrenn 1. oktober 2025.
Endamálið við granskingarverkætlanini er at fáa haldgóða vitan til vega og betri innlit í upplivingar, avgerðir og lívsleiðir hjá føroyingum í Danmark í sambandi við útbúgving.
Týðandi vitan fyri framtíðina
Granskararnir vóna, at kanningin fer at geva nýggja vitan um val av útbúgving, arbeiðsmøguleikar, tilknýti, trivnað hjá føroyskum útisetum, og hvørji viðurskifti ávirka, hvar hesi velja at búgva.
Tað eru Erika Anne Hayfield og Tróndur Møller Sandoy frá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, sum standa á odda fyri granskingarverkætlanini.
– Vit vita framvegis ov lítið um, hvørjir faktorar hava týdning fyri, hvar føroyingar velja at útbúgva og búseta seg. Hendan kanningin skal hjálpa okkum til at skilja betur tær avgerðir og royndir, sum føroyingar í Danmark hava, siga tey.
Spurnablað og lutakast
Luttakararnir í kanningini hava fingið eitt spurnablað frá Danmarks Statistik gjøgnum danska Digital Post, sum tekur umleið 20–30 minuttir at svara.
Fyri at eggja fólki til at svara øllum spurningum verða vinningar eisini lutaðir út millum luttakararnar. Tá kanningin er liðug, verður drigið lut um ein høvuðsvinning upp á 5.000 krónur, og so verða fimm vinningar aftrat upp á 1.000 krónur í part.
Dátur verða viðgjørdar í trúnaði
Danmarks Statistik stendur fyri innsavningini av dátum og leggur dent á, at allar upplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði og sambært galdandi reglum um dátuvernd.
Svarini verða bara brúkt til hagfrøðilig og vísindalig endamál, og úrslitini verða løgd fram á ein hátt, so eingin einstakur persónur kann eyðmerkjast.
Fróðskaparsetur Føroya og Aarhus Universitet fáa bara atgongd til dulnevndar og anonymiseraðar dátur.
Stuðul og samstarv
Kanningin verður fíggjað av Granskingarráðnum, Fróðskaparsetri Føroya, Betri Stuðli og Rockwool-grunninum.
Í verkætlanini luttaka granskarar og serfrøðingar úr Føroyum, Danmark og USA.
Fyriskipararnir vóna, at nógv fara at luttaka í kanningini, tí svarini kunnu fáa stóran týdning fyri framtíðar gransking og politiskar avgerðir um útbúgving, arbeiðsmarknað og tilknýti millum Føroyar og útheimin.










