Vilja hava undirsjóvartunnil í Kalsoynna

Almennur fundur um undirsjóvartunnil í Kalsoynna verður í morgin, 20. mai klokkan 19. Fundurin verður á Skúlatrøð í Klaksvík – og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.

 

Skráin verður hendan:

1.    Vælkomin: Umboð fyri tunnilsbólkin 

 

2.    Týdningurin av góðari samferðslu - Karl Johansen, borgarstjóri

 

3.    Ferðasamband til Kalsoynna – Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur Landsverk

 

4.    Linjuføring, kostnaður og føroysk arbeiðsmegi – Mourits Joensen/Kristian Stórhamar

 

5.    Fastbúgvandi, sum ferðast í millum - Símun í Norðnástovu og Dávur Syderbø

 

6.    Ætlanir landsstýrisins – Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í tunnilsmálum

 

7.    Samanumtøka. Umboð fyri tunnilsbólkin

 

Vegna tunnilsbólkin

 

Eyðun Eliasen, Trøllanes

Markus í Norðnástovu, Mikladalur

Sólarn Isaksen, Húsar

Bjørn Kalsø, Syðradalur