Stórur áhugi fyri Lennox

John Lennox, ið er professari á Oxford, kemur til Føroya mikudagin í næstu viku, og trý kvøld á rað fer hann at halda almennar fyrilestrar kring landið.

Áhugin millum føroyingar at hoyra áhugaverda professaran, John Lennox, tykist vera stórur. John Lennox, ið er professari á Oxford, kemur til Føroya mikudagin í næstu viku, og trý kvøld á rað fer hann at halda almennar fyrilestrar kring landið.

 

Tað tykist, sum at fleiri fólk halda, at John Lennox fer at halda sama fyrilestur allastaðni, men so er ikki, siga fyrireikararnir. Hóskvøldið 30. oktobur er evnið “Er átrúnaður skaðiligur?”, meðan fríggjakvøldið 31. oktobur fer at snúgva seg um “Er Gud ein villleiðing?”. Leygarkvøldið 1. nov. fer John Lennox at viðgera týðandi spurningin “Gud í almenna í rúminum?”.

 

Sjónarmiðini hjá John Lennox sleppa ikki undan kritiskum spurningum og John Lennox ynskir fegin at møta teimum, ið hava øðrvísi hugsan enn hann um hesar týðandi spurningar. Tí fer ein sonevndur kritiskur spyrjari at luttaka eftir hvønn fyrilestur. Á Hotel Føroyum verður tað Pætur M. Dahl, sum undirvísir í heimspeki í Hoydølum, ið fer at seta Lennox kritiskar spurningar um tað, sum hann hevur viðgjørt í fyrilestrinum. Í Løkshøll luttekur Rói Patursson, fyrrverandi háskúlastjóri, sum kritiskur spyrjari. Harafturat fáa áhoyrararnir eisini møguleika at seta Lennox spurningar hesi kvøldini.

 

Hósdagin 30. oktobur fær Setrið vitjan av Oxford-professaranum. Kl. 10.30 fer John Lennox nevniliga at halda fyrilestur í auluni á Námsvísindadeildini, har evnið verður “Hava vísindi jarðað Gud?”. Framstandandi nýateistar, so sum Richard Dawkins, vilja vera við, at vísindi hava neglt síðsta seymin í kistuna hjá Gudi, men Lennox er als ikki samdur í hesum. Hesin fyrilestur er bert fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum.

 

Les eisini Víðagitin kristin vísindamaður til Føroya