Stórur meiriluti á Tvøroyri segði ja til samanlegging

Hvalbingar góvu tvøráfólki krakk, men stórur meiriluti á Tvøroyri vildi leggja saman við Hvalba

Kristin Michelnsen, borgarstjóri á Tvøroyri seinastu sløku 22 árini, er íðin talsmaður fyri kommunusamanlegging í Suðuroy. Men í dag hava hvalbingar sagt honum, tey vilja ikki leggja saman við hansara kommunu

Tey eru júst liðug at telja upp eftir atkvøðugreiðsluna á Tvøroyri. Og hon vísti, at 73,7 prosent av borgarunum í Tvøroyrar kommunu søgdu ja til at leggja saman við Hvalbiar kommunu. 25,9 prosent søgdu nei.

Tað upplýsir Jean Dimon, formaður í valstýrinum á Tvøroyri.

Í reinum tølum vóru tað 632 fólk í Tvøroyrar kommunu, sum søgdu ja til saman legging við Hvalba, og 222 sum søgdu nei.

Tað vil siga, at tað var eitt rungandi ja á Tvøroyri til samanlegging.

Men av tí at hvalbingar og sandvíkingar hava vrakað samanleggingina, so verður kommunusamanlegginging í Suðuroy eisini av ongum hesaferð.