Stríð frá fyrsta degi millum Hagen og løgreglu

Ein ísbrúgv hevur reist seg millum Hagen-familjuna og løgregluna, tí familjan hevur, sum tíðin er gingin, mist álitið á kanningararbeiðnum hjá løgregluni.

 

Longu sama dag, sum Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018, fanst maður hennara og miljarderurin, Tom Hagen, at løgregluni, soleiðis sum løgreglan eftir hansara tykki uppførdi seg. Hetta er tískil eisini søgan um, hvussu ein ísbrúgv reisti seg millum tey avvarðandi og løgregluna í størstu krimigátu Noregs.

Í hóttanarbrævinum, sum lá eftir í heiminum, tá kona hansara var horvin, varð Tom Hagen hóttur til tøgn. Skuldi hann fylgja tí, sum stóð í brævinum, skuldi hann hvørki seta seg í samband við løgreglu, ei heldur miðlarnar. Men, gjørdi hann tað kortini, kundi hetta sambært hóttanarbrævinum kosta konu hansara lívið.

Men, Tom Hagen gjørdi ikki, sum ránararnir kravdu, at hann skuldi gera. Eftir at hann var komin til hús tíðliga seinnapartin henda dagin og uttan úrslit hevði leitað runt í húsinum eftir konu síni, sum hann eisini átta ferðir hevði ringt til, meðan hann var til arbeiðis, setti hann seg í samband við løgregluna.

Í hóttanarbrævinum stóð, at konan hansara var burturflutt, og skuldi hann fáa konu sína aftur á lívi, skuldi hann rinda níggju miljónir evrur í loysigjaldi, goldið í kryptovaluta'ini monero. "Vi ser" stóð skrivað í brævinum, sum tilsamans fylti fimm maskinskrivaðar síður. Tískil bað Tom Hagen løgregluna møta sær á einari Shell-støð nakrar hundrað metrar burtur - í sivilum bili og sivilum klæðum.

Men, tá Tom Hagen kom til støðina, har hann skuldi møta løgregluni, sá hann løgreglubil og tríggjar løgreglumenn í fullum løgreglubúna. Hetta fekk Tom Hagen til at reagera ógvusliga, tí hann helt, at løgreglan kundi ansað betur eftir, nú vandi var fyri, at hann bleiv avlúrdur av teimum, sum vóru farnir avstað við konu hansara.

Hetta gjørdist heldur ikki seinastu ferð, at Tom Hagen og hansara trý vaksnu børn hildu, at løgreglan kundi havt gjørt nøkur ting øðrvísi, enn tey gjørdu. Nú, meira enn hálvt annað ár eftir, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv, er tað vorðið rættiliga kalt millum Hagen-familjuna og løgregluna. Fyri familjuna ger tað ikki tingini lættari, at Tom Hagen nú sjálvur er skuldsettur fyri at hava dripið - ella viðvirkað til dráp - av konu síni.

Hvørki børnini hjá hjúnunum, ei heldur systkini hjá Tom Hagen, sum eru eini 10 í tali, halda, at Tom Hagen hevur nakran sum helst leiklut í, at konan og mamman til børnini er horvin. Í løtuni eru tað ikki bara advokatar, sum standa ímillum Hagen-familjuna og løgregluna, men eisini ein ísbrúgv. Tað er nevniliga ísakalt ímillum partarnar í dag.

Miljarderurin, Tom Hagen, sum løgreglan hevur avhoyrt nógvar ferðir síðan hin 31. oktober í 2018, sýtir nú fyri fleiri avhoyringum, og hetta hevur eisini verjuadvokatur hansara, Svein Holden, mælt honum til. Tey trý børnini, sum eisini eru avhoyrd fleiri ferðir, tíma heldur ikki serliga væl áhaldandi at pensla hjúnabandið millum foreldrini bæði út fyri løgregluni. Tey duga ikki at síggja, at tað gevur nakra meining.

Venda vit aftur til henda seinnapartin við Shell-støðina, tá Tom Hagen møtti trimum løgreglufólkum og hevði hóttanarbrævið við sær, sá í minsta lagi ein av kenningunum hjá miljarderinum, at hann stóð her saman við løgregluni, tó at Tom Hagen hesa løtu vildi burtur úr almenna ljósinum, meðan hann greiddi løgregluni frá tí, sum var hent.

Sambært Dagbladet, skal Tom Hagen hesa løtu hava følt tað soleiðis, at hann nærmast mátti trýsta seg inni í løgreglubilin fyri yvirhøvur at sleppa undir tak. Sum løtan gekk, koyrdi løgreglan síðan avstað við honum. Men, samstundis sum løgreglan nú koyrdi avstað við miljarderinum, lótu teir bilin hjá honum standa eftir á støðini. Sjálv sigur løgreglan, at bilurin hjá honum eftir hetta stóð har í einar 12 tímar. Familjan sigur, at bilurin stóð í fleiri dagar.

Eftir henda seinasta dag í oktober í 2018 kendi mest sum øll familjan hjá Hagen-hjúnunum seg hótt, og í brævinum vórðu Anne-Elisabeth og Tom Hagen nevnd við nøvnum, og tað vóru dóttirin og maður hennara eisini. Hetta kvøldið setti løgreglan seg í samband við øll trý børnini hjá Hagen-hjúnunum og familjur teirra, og løgreglan tók tey øll við sær til Thon-hotell í Lillestrøm.

Dóttir Anne-Elisabeth og Tom Hagen, sum í brævinum varð nevnd við navni, hevur eisini fýlst á, at tá løgreglan møtti henni, vóru løgreglufólkini eisini í løgreglubúnum, tó at løgreglan frammanundan hevði sagt henni, at vandi var fyri, at brotsmenninir, ið høvdu rænt mammuna, høvdu eyguni eftir familjuni.

Seinni hevur dóttirin eisini funnist at, at hon var hitt seinasta í familjuni, sum fekk eina ávaringar-og trygdarskipan setta upp, tó at ránararnir beinleiðis nevndu hana og mannin í brævinum. Her segði løgreglan orsøkina vera, at løgreglan í Drammen ikki hevði fingið neyðugu pappírini frá løgregluni í Lillestrøm, og tískil gjørdist hon hin seinasta í familjuni, sum fekk ávaringarskipan.

##med2##

Tað eru eisini ymisk onnur ting, sum bæði Tom Hagen og børnini hava funnist at í samband við arbeiðið hjá løgregluni í málinum um konuna og mammuna, Anne-Elisabeth Hagen. Stuðulsadvokaturin hjá Hagen-familjuni váttar yvirfyri Dagbladet, at tað eru fleiri viðurskifti, sum familjan ikki er nøgd við.

- Tað er rætt, at familjan hevur upplivað eina røð av mistøkum hjá løgregluni, og tey hava eisini upplivað, at løgreglan ikki hevur sagt sannleikan fyri teimum. Hetta er eisini orsøkin til, at familjan í langa tíð ikki hevur havt álit á kanningararbeiðnum hjá løgregluni, sigur stuðulsadvokaturin við Dagbladet.