Strauss-Kahn latin leysur

Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn varð í kvøld latin leysur úr varðhaldinum ímóti einari millión dollarum í veð. Samstundis varð avgjørt, at hann skal lata myndugleikunum passið og ferðaskjølini, sum hann hevur frá ST sum IMF-stjóri. Tað verður gjørt til tess at forða fyri, at hann skal fara úr USA.

Endiliga gjørdi rætturin eisini av, at Dominique Strauss-Kahn skal halda til í einari íbúð á Manhattan alt samdøgrið, til rættarmálið ímóti honum byrjar. Hann verður undir støðugum eftirliti og skal hava eina sokallaða elektroniska fótleinkju um beinið, so løgreglan altíð kann síggja, hvar hann er staddur.