B68 er á veg úr Sørvági við 2-0 sigri. Sigurin ber við sær, at toftamenn nú hava 11 stig, og harvið er tað málmunurin, sum er orsøk til, at B68 er aftanfyri HB.
Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað var ikki fyrrenn, at tað restaði eitt lítið korter, at toftamenn fingu hol á. Málskjútti var Loick Jean Henri Lespinasse, sum var málskjútti fyri fimtu ferð í ár. Hetta var fjórða málið hjá honum í landskappingini, og so skoraði hann eitt flott mál, tá ið tað í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið endaði við 7-0 heimasigri ímóti MB.
Uppleggið til málið átti eyðsýndi verjukendi miðvallarin Patrick Mensah.
Sjey minuttir varð tað 2-0. Tað var miðverjin Aron Reinert Hansen, sum úr stuttari fjarstøðu skoraði eftir innlegg úr vinstru, sum Marjus Nón stóð fyri. Hetta var 72. landskappingardysturin í bestu deildini hjá Aron Reinert Hansen, og hetta var onnur ferðin, at hann var málskjútti. Fyrsta málið skoraði hann sambært FaroeSoccer, tá ið B68 fyri einum lítlum ári síðani tapti 4-1 á heimavølli ímóti HB.
Í dag var talan um rættiliga javna uppgerð á Dungasandi. 07 Vestur hevði góðar støður og eisini málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Tórði Thomsen, sum var stinnur millum stólparnar hjá B68.
Eitt nú hevði Jonathan Flensborg lítla løtu undan, at B68 skoraði fyrra málið fínan málmøguleika.
07 Vestur hevur sjey stig og er eitt stig frammanfyri EB/Streym.
Um eina viku fær 07 Vestur vitjan av oddaliðnum NSÍ, og tá fær B68 vitjan av KÍ.
07 Vestur – B68 0-2 (0-0)
0-1: Loick Jean Henri Lespinasse
0-2: Aron Reinert Hansen
Dómari: Høgni Madsen












