Tríggir borgarstjórar í Sandoynni, Kristian Oskar Henriksen á Sandi, Marjun S. Debes í Skopun og Anna Paulia Leo Olsen á Skarvanesi, sum er borgarstjóri í Húsavíkar kommunu

Stuttligur stuttleikadagur við Norðaravatn

- Tiltakið var hugnaligt og eydnaðist sera væl, sigur Frida Poulsen hjá Visit Skopun

Tríggir borgarstjórar í Sandoynni, Kristian Oskar Henriksen á Sandi, Marjun S. Debes í Skopun og Anna Paulia Leo Olsen á Skarvanesi, sum er borgarstjóri í Húsavíkar kommunu

Seinasta sunnudag varð skipað fyri einum stuttligum og hugnaligum familjutiltaki í Skopun - einum stuttleikadegi við Norðaravatn.

 

Henda dagin læt økið upp klokkan 15, og her høvdu skótarnir bál við sneisubreyði og øðrum. 

 

Á økinum var tjald sett upp, og her var ymiskt, sum kundi keypast, eitt nú kakao, ísur og eplaskivur.

 

Ungmannafelagið Samljóð hevði eisini sølubás við toast, kaffi og onkrum afturvið.

 

Klokkan 15.30 henda dagin súkklaðu borgarstjórar í Sandoynni kapp á vatninum - í súkklubátum, og hetta var ein rættiliga stuttlig løta.

 

Seinni var ymiskt tónleikaundirhald við eitt nú Jóhonnu og Bjarka frá Juliusi í Likkudali.

 

Sum partur av tiltakinum var eisini rennikapping fyri børnum úr 7. flokki og yngri.

 

Frida Poulsen, leiðari á Visit Skopun, sigur, at tiltakið var hugnaligt og eydnaðist sera væl.

 

Her eru nakrar myndir sum siga eitt sindur um, hvat hendi við Norðaravatn í Skopun seinasta sunnudag.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

 

 

Tríggir borgarstjórar í Sandoynni, Kristian Oskar Henriksen á Sandi, Marjun S. Debes í Skopun og Anna Paulia Leo Olsen á Skarvanesi, sum er borgarstjóri í Húsavíkar kommunu