Suðuroyingar mugu sleppa av við Føroya Fiskavirking

Verður Fiskavirking privatiserað, so at onkur stórfyritøka keypir, verður flakavirkið á Tvøroyri stongt beinanvegin

Fiskavirking og Suðuroyggin


? Einasta bjargingin hjá Suðuroynni er at sleppa sær av við Føroya Fiskavirking og at fáa beinleiðis flutning aftur úr Suðuroynni niður til Skotlands.
Tað heldur John Nielsen, leiðari á Fiskamarknaði Føroya.
Hann sigur, at síðani Føroya Fiskavirking varð stovnað, hevur tað miðvíst minkað um sítt virksemi í Suðuroy.
John Nielsen leggur tó dent á, at hetta er ikki ein ákæra ímóti Føroya Fiskavirking.
?Soleiðis sum øll skipanin er skrúvað saman, er Suðuroyggin meiri og minni ein kleppur um beinið á Fiskavirking og var eg stjóri har, hevði eg gjørt akkurát tað sama.
Sostatt skilir hann ógvuliga væl leiðsluna í Fiskavirking, tí soleiðis sum støðan er, hevur hon ikki annað val, skal Fiskavirking rekast fullgott.
? Tað er júst hetta, sum er grundarlagið undir fríu marknaðarkreftunum, at kapitalurin, og sostatt vinnan, skal søkja har sum avkastið er størst. Tískil er tað ein heilt natúrlig gongd at Fiskavirking miðsavnar meiri og meiri arbeiðið í miðstaðarøkinum.

Mugu sleppa av við Fiskavirking
John Nielsen er ein av teimum, sum bjóðar seg fram til Løgtingsvalið 20. januar.
Hann er av Tvøroyri og er stillar upp fyri miðflokkin í Suðuroy.
Vinna og vinnulív hava hansara stóra áhuga og herfyri hevði miðflokkurin í Suðuroy kallað saman til fundar, har John Nielsen hugleiddi um Suðuroynna í vinnuligum høpi.
Og hann er púra sannførdur um, at ein avgjørd fortreyt fyri, at Suðuroyggin skal mennast aftur á vinnuliga økin um, er at suðuroyingar sleppa av við Føroya Fiskavirking.
Hann sigur, at tað fyrsta Fiskavirking gjørdi eftir at tað varð stovnað, var at lata virkið í Vági aftur.
? Og á virkinum á Tvøroyri er virksemið alsamt minkað og nú er tað bara ein viðfáningur av tí, sum tað einaferð var. Frá at vera eitt stórt virkið, er virkið á Tvøroyri nú ikki meiri enn eitt miðalstórt virkið, ella kanska enntá eitt lítið virkið.
Hann vísir á, at tilsamans er fiskaarbeiðið í Suðuroynni minkað niður í helvt hesi seinastu 15 árini.
? Tá ið flakavinnan í Suðuroy var í hæddini, tóku virkini í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba ímóti einum 20.000-25.000 tonsum um árið, men nú er ikki meiri enn helvtin eftir.
Hann leggur afturat, at tað leypir í eyguni, at av øllum bátunum, sum er í Suðuroy,
eru tað næstan ongir bátar, sum avreiða í Suðuroynni.
Umframt bátar úr Suðuroy, vóru tað eisini nógvir aðrir bátar, sum avreiddu at kalla fast í Suðuroy.
Men teir eru eisini burtur.
? Tað er ikki bara tað, at teir eru burtur úr Suðuroynni. Tað er enntá rættiliga sjáldsamt, at teir avreiða í Føroyum yvirhøvur, tí nógv teir flestu túrarnar eru teir uttanlands. Onkrir av bátunum, hava avreitt í Føroyum í næstan tvey ár.
Hetta er ein støða, sum sigur eitt sindur um, at kappingin um fiskin er ov lítil. Orsøkin til, at kappingin er ov lítil, er, at tað eru ov fáir keyparat. Og eisini tað er ein orsøk til at fáa virkini í Suðuroynni úr Fiskavirking.

Hoyrir heima í miðstaðarøkinum
John Nielsen vísir á, at Fiskavirking er ein fyritøka, sum er stuðlað við almennum pengum, so tað munar.
? Men Fiskavirking er eisini fyrst og fremst ein fyritøka, sum hevur sítt tilverugrundarlag í miðstaðarøkinum, har tað er lutfalsliga lætt at føra fisk til virkini og frá aftur virkjunum.
John Nielsen sigur, at hinvegin hava fiskavirkini í Suðuroy ein eykakostnað, uppá 30-50 oyru fyri kilo, bara til flutning, og tað er nógv, tá ið hugsað verður um fiskivinnu.
? Tí er tað fullkomiliga skeivt, at Føroya Fiskavirking er í teirri støðu, at, tað er hon, sum skal stýra fiskivinnuni í Suðuroy.
Hann sigur, at hvussu støðan so enn verður vend og snarað, vera virkini í Suðuroynni altíð eitt haft um beinið á Fiskavirking, tí tey liggja so langt burtur og tí at flutningskostnaðurin er so stórur.
? Tí átti Fiskavirking at slept sær av við virkini í Suðuroynni ongantíð ov skjótt, tí tey hoyra ikki heima í Fiskavirking.
Hann sigur, at tað, sum er av allar størsta týdningini er, at virkini í Suðuroynni verða stýrd úr Suðuroynni umframt tað, at beinleiðis flutningur verður skipaður niður á meginlandið.
? Bara við at virkini verða stýrd úr Suðuroynni sjálvari, fæst veruligur vilji til at hava eina rættiliga vinnu í oynni.
Nú hevur Fiskasølan eisini keypt virkið í Hvalba, men har er heldur ikki nógv arbeiði og John Nielsen heldur, at trupulleikin har er tann sami sum á virkjunum, sum Fiskavirking eigur í Suðuroynni.
Men hvat er tað so sum forðar Fiskavirking í at stongja virkið á Tvøroyri?
? Tað er kanska ikki so lætt at siga. men tað er so neyvan av reint vinnupolitiskum orsøkum at virkið á Tvøroyri er opið, tí eg kann ikki ímynda mær annað enn at tað gevur stórt hall. Tað er av øðrum orsøkum at Fiskavirking ikki vil stongja virkið á Tvøroyri. Kanska er tað av politiskum orsøkum, at Fiskvirking heldur lív í virkinum á Tvøroyri.

Ein vanlukka at selja Teistan
John Nielsen vísir eisini á, at bátarnir, sum vanliga avreiddu í Suðuroy, eru bátar, sum fiska fisk, ið vit plaga at skera til fesk fløk og flyta út.
?Bátarnir hava ikki møguleika at fiska annan fisk. Men síðani skilnaður varð gjørdur ímillum skip og virki, hava virkini í Suðuroyggin mist meiri enn helvtina av fiskinum, tí skipini avreiða aðrastaðni av tí at virkini í Suðuroy keypa ikki.
Og virkini í Suðuroy vóru feskfiskavirkið burturav.
John Nielsen sigur, at virkini gingu hampiliga væl, heilt til Teistin varð seldur í 1996.
? Tá ið Teistin sigldi, var beinleiðis flutningur ímillum Suðuroynna og Skotlands, men tá ið hann varð seldur, mistu Suðuroyggin hendan møguleikan.
John Nielsen ivast ikki í, at hetta er ein høvuðsorsøk til, at gongdin í Fiskivinnuni í Suðuroynni hevur verið so vánalig, sum hon hevur verið hesi síðstu árini tí tá versnaði møguleikin munandi at útflyta feskan fisk beinleiðis úr Suðuroynni niður í Evropa.
Hann sigur, at skal Suðuroyggin mennast aftur á vinnuliga økinum, er einasti máti at fáa skip aftur at sigla beinleiðis ímillum Suðuroynna og Skotlands, so at tað aftur ber til at útflyta feskar fiskavørur í Suðuroynni.
? Harafturat átti Fiskavirking at sloppið sær av við virkini í Suðuroy ongantíð ov skjótt, tí tey liggja so avsíðis at tey eru bara til fortreð hjá Fiskavirking.
? Tað er einasta bjargingin fyri Suðuroynni og eg haldi eisini, at ein almennur grunnur skuldi verðið skipaður, sum kundi stuðla uppundir at sett ymisk virksemið á stovn í Suðuroynni, saman við vágafúsum pengum úr økinum.
Hann sigur, at eftir røttum skuldi Framtaksgrunnurin bara hugsað um at stuðla vinnum í útjaðaranum, men tað hendir júst tað øvugta- at Framtaksgrunnurin stuðlar nógv mest í miðstaðarøkinum.

Stongja virkið á Tvøroyri
Leiðarin á Fiskamarknaðinum sigur, at nú verður nógv tosað um at einskilja Fiskavirking.
? Tað er tað einasta rætta. Men verður tað Eimskip og aðrar stórfyritøkur, sum eru nevndar í hesum sambandi, sum keypa Fiskavirking, ivist eg onga løtu í, at tað fyrsta, sum hendir, verður, at virkið á Tvøroyri verður stongt.
? Tí haldi eg, at skal tað vera liviligt í Suðuroy, er tað av størsta týdningi at virkini í Suðuroy verða loyst frá Fiskavirking.
John Nielsen samanber í hesum sambandi Suðuroynna og Norðoyggjar.
?Var Kósin ikki uttanfyri Fiskavirking, hevði hon nevyvan verið tað, sum hon er í dag heldur hann.
Men hann leggur afturat, at í Norðoyggum var tað sanniliga ein grunnur, sum stuðlaði royndini at seta ígongd.
? Í Suðuroynni er eitt ávíst arbeiðsloysi. Men suðuroyingar fiska hóast alt nógvan fisk. Tí er tað av størsta týdningi, at virkini í Suðuroy, verða loyst burturúr Fiskavirking.
So kunnu suðuroyingar sjálvir taka um endan, so at fiskurin eisini verður virkaður í Suðuroynni.
Men so er tað samstundis neyðugt at fáa beinleiðis flutning ímillum Suðuroynna og meginlandið í Evropa, so at fiskurin kann flytast feskur av landinum, sigur John Nielsen.

Harðari kapping
Hann heldur, at tað hevði eisini stimbrað uppundir kappingina um fiskin, tí í løtuni eru tað so fá virki, sum keypa fisk í Føroyum, at kappingin er ikki serliga hørð.
? Men skulu vit útflyta feskan fisk, krevst tað eisini eitt heilt annað søluarbeiðið enn tað, sum vinnan hevur í dag.
hann dugir ikki at siga, hvussu tað ber til, at søluarbeiðið ikki er raðfest fremri enn tað er. Men ein orsøk kann vera, at tann manglandi kappingin um fiskin ger, at Fiskavirking fær fiskin, tað hevur brúk fyri, mestum av sær sjálvum. Sostatt hava teir heldur ikki brúk fyri tí stóra søluarbeiðnum, tí teir forvinna peningin kortini.
Og víð tí søluarbeiði, sum nú er, koma vit ikki langt við feskum vørum, tí til tað krevst munandi meiri.
?Skulu vit framhaldandi kalla okkum fiskivinnutjóð, er tað skylda okkara at virka fisk. Hava vit ikki álit á, at tað ber til at virka fisk í Føroyum, er tað ein spurningur, um vit ikki bara skulu pakka saman beinanvegin.
? Vit kunnu ikki kalla okkum fiskivinnutjóð og lata bátarnar avreiða uttanlands, sigur John Nielsen.