Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Eg fari at verða i Tórshavn nýggjársaftan. Kvøldið verður hildið heima við einum góðum bita og seinni saman við vinfólkum. Eisini vænti eg, at abbabørnini, sum eru her, koma framvið at fýra okkurt av, um veðrið verður til vildar.
Tað sigur Johan Dahl.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Tað eru trý ting. Fyri meg persónliga er tað vælsignað, at øll míni hava tað gott. Tað er ein góð kensla at vita sær. Eisini haldi eg, at tað var hugaligt hjá mær sum 66 ára gamal aftur at sleppa at vera við á Rynkeby-toyminum til París og harvið vera við til at savna pening saman til børn við lívshættisligum sjúkum.
Johan Dahl tekur eisini abortmálið fram og heldur, at tað var gott, at tað eydnaðist løgtinginum at geva kvinnum rættin frameftir og at geva kvinnum eftir egnum ynski møguleikan at gera hetta í Føroyum undir tryggum læknaligum kørmum.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Her vil eg eisini taka trý ting fram. At okkara uppskot um rehabiliteringssentur og uppskotið um stuðul til avlamisakfør fullu í løgtinginum, og at Trump og hansara ultra høgravendu vinfólk komu til valdið i USA.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Mín vón til 2026 er, at vit i Føroyum fáa eina nýggja stjórn skjótt, og at ein breið samgonga verður skipað, har stór og neyðug politisk mál kunnu fremjast. Eg vóni eisini, at ein vakstrarheildarætlan verður gjørd fyri Føroyar, har byrjað verður við Suðuroynni.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- At missa nøkur kilo, koma í góðan form og annars verða um míni, vísa næstrakærleika og rætta eina hjálpandi hond, har eg kann, sigur Johan Dahl.











