Ísak Vedelsbøl kann ferðast heim til Føroya við einari góðari kenslu.
Í ársins seinasta dysti hjá Ísaki og liðfeløgunum í Sävehof eydnaðist tað Sävehof at vinna á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Sävehof vann 28-27 á Ystad. Í steðginum var Sävehof á odda 17-14.
Ísak skoraði trý mál upp á seks málroyndir.
Sävehof heldur vetrar- og HM-feriu á fjórða plássinum í deildini við 23 stigum.
Nú fer Ísak saman við hinum á landsliðnum at hugsavna seg um EM-fyrireikingarnar.











