Í fjør fingu sumbingar ivasama heiðurin av at verða tað liðið, sum skikkaði sær ringast á vøllinum. Ikki færri enn 5 ferðir varð leikari hjá Sumba rikin av vølli, meðan gula kortið varð havt á lofti heilar 33 ferðir.
Í ár er vent í holuni, og í løtuni eru sumbingar liðið, sum hevur skikkað sær best í fyrstu deild. Hetta hevur so við sær, at Milan cimburovic hevur alt fólkið tókt, tí eingi leikbann eru at hugsa um, og heldur ikki hava skaðar gjørt um seg seinastu tíðina. Tó eru Páll Magnar og Baja báðir langtíðarskaddir, men sum skilst, verða teir báðir tøkir eftir summarsteðgin.
Vónirnar um stig munnu tó ikki vera tær stóru, hóast Sumba í fjør tapti tepurt í Klaksvík í triðseinasta umfari.
Klaksvíkingar mugu framhaldandi vera Arnold Joensen fyri uttan, og harumframt hevur Ove Nysted leikbann.
Hóast hetta, man eingin ivi vera um, at KÍ eru stórfavorittar at vinna dystin, og við komandi dystunum í huga, er ikki óhugsandi, at KÍ nú er byrja upp á ferðina móti fótbóltstindunum.
Fyrsta stigið varð tikið fyri viku síðani í Gundadali, og gongst eftir ætlan, verður næsta stigið tikið á Norðoyastevnu.tandi fótbóltsspæl.
Hóast onkur av málunum vóru vøkur á at líta, so vóru hesi úrslit av einmansavrikum ella einstakari góðari sending, heldur enn góðum fótbóltsspæli.
Í ávísum førum tóktust leikarar eisini at hava gloymt alt um fótbóltsspæl, og royndu heldur at berja mótstøðumenninar niður, og eitt nú er Hans á Lag helst fegin um, at dómarin ikki sá hann koyra Eyðstein Skipanes um koll, meðan bólturin var aðrastaðni á vøllinum.
Yvirhøvur tóktist dómarin ikki at ansa nóg væl eftir teimum ónollum, sum vórðu framdar á vøllinum, tá bólturin var aðrastaðni. Ikki tí, dómarin skal sjálvandi hyggja at tí, sum fyriferst, har bólturin er, men hinvegin kom fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón.
Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð kom í nær námind tí spæli, sum teir sýndu í hálvfinaluni móti VB, og har toftamenn heldur ikki fingu prógvað, hví teir eiga rættin at kalla seg oddalið.
Ikki tí. Ein dygd hjá oddaliðum er sjálvsagt eisini at fáa úrtøku úr møguleikum sínum, og hetta megnaði B68 til eitt reint 13-tal, og var hetta eisini at kalla einasta orsøkin til, at teir fingu stigini við sær heimaftur.
HB-B68 3-4 (2-2)
1-0: Andrew av Fløtum 8.
1-1: Marcello Marcelino 13.
1-2: Øssur Hansen 18.
2-2: Hallur Danielsen 44.
3-2: Jón Rói Jacobsen 46.
3-3: Suni Fríði Johannesen (br.) 57.
3-4: Marcello Marcelinho 90.
Dómari: Petur Reinert
HB:
Bárður Johannsen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
B68:
Magnus Poulsen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus - Jan Petersen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Jákup Eli Olsen - Marcello Marcelino, Súni Fríði Johannesen










