Kinna Poulsen hevur kuraterað framsýningina Scherzo – føroysk samtíðarlist, sum letur upp fríggjadagin 12. juni kl. 15.
Málningar, grafikkur, standmyndir, tekstilar, ljóð, video og tekstur. Ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum fevnir víða bæði í úttrykki og tilfari. Undir heitinum Scherzo – føroysk samtíðarlist verða níggju av sterkastu røddunum á føroyska samtíðarlistapallinum sýndar fram.
Listafólkini eru Hansina Iversen, SUPERVISJÓN við Lív Mariu Róadóttur Jæger og Lasse Jæger, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Silja Strøm, Jens Dam Ziska, Dan Helgi Helgason í Gong og Vár B. Samuelsen. Við sær hava tey verk, sum rúma bæði intensiteti, kanti og ekspressiviteti.
Heitið hevur Kinna Poulsen, kuratorur, tikið úr tónleikaheiminum. Orðið scherzo lýsir lívlig og spælandi tónaverk, sum samstundis kunnu rúma einum hektiskum, ørkymlandi og uppøstum huglagi. Harumframt hevur hon fingið íblástur frá yrkingini Scherzo eftir Bergliot Heinesen frá 1938. Bergliot – minni kenda lítlasystir William Heinesen – livdi sum bohemi og noktaði at liva eftir væntanunum til kvinnuna í teirri tíðini.
Sostatt fagnar framsýningin frávíkjarum, glataðum spælimonnum og teimum, sum fóru sína egnu leið.
##med2##
Um framsýningina sigur Kinna Poulsen:
"Eins og yrkingin Scherzo myndar framsýningin eitt egið dramatiskt og poetiskt univers; eitt dropasteinshelli av føroyskari samtíðarlist við denti á tað vakra, sansaliga og kropsliga lívið – á stórfingna skapan og forfall á okkara føgru, gomlu og slitnu jørð."
Kinna Poulsen útgáv bókina Í eygnahædd – um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld í fjør. Í 30 ár hevur hon regluliga ummælt list og kuraterað yvir 80 framsýningar í Føroyum og uttanlands. Eisini rekur hon heimasíðuna listaportal.fo, sum snýr seg um list í Føroyum. Í 2024 varð Kinna heiðrað við Kritikaravirðislønini frá AICA Danmark og 15. Juni Fonden. Í 2025 fekk hon Heiðursgávu landsins og M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir.
Framsýningin Scherzo – føroysk samtíðarlist letur upp fríggjadagin 12. juni kl. 15. Øll eru vælkomin til fernisering.










