Løgtingsins vinnunevnd á vitjan í Skálavík

Tað var kommunan, sum hevði sent vinnunevndini innbjóðing til ein spennandi og hugnaligan dag í Skálavík

 

Í dag, mánadagin, var løgtingsins vinnunevnd á vitjan hjá Skálavíkar kommunu.

 

Tað var kommunan, sum hevði sent vinnunevndini innbjóðing til ein spennandi og hugnaligan dag í Skálavík.

 

Borgarstjórin eins og fleiri kommunustýrislimir luttóku í tiltakinum, sum var ætlað at geva lóggevarunum innlit í lokala framleiðslu, vinnulív og onnur viðkomandi lokal viðurskifti.

 

Tiltakið byrjaði klokkan 10, tá morgunmatur var á Mølini.

 

- Síðan greiddi borgarstjórin, Linjohn Christiansen, frá um kommununa og ymiskt annað í hesum sambandi.

 

Eftir hesa framløgu gekk leiðin oman á ostavirkið hjá MBM, har rundvísing var.

 

- Framleiðsla var í gongd, meðan vitjað varð, og greitt varð frá ostaframleiðsluni.

 

Skálavíkar kommuna skrivar, at klokkan 13 var rundvísing á smoltstøðini hjá Bakkafrosti, og klokkan 14.30 var miðmáli á Mølini, har dagurin endaði.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##