Tað hendi á árligu mennarastevnuni hjá Apple í høvuðssætinum hjá fyritøkuni í Kalifornia.
Sambært Apple verður Siri nógv dugnaligari enn áður og skal hjálpa brúkarum at finna upplýsingar, skipa gerandisdagin og loysa ymiskar uppgávur.
– Siri verður nú ein nógv førari hjálpari, sum hjálpir tær at finna tað, tú hevur tørv á, segði Mike Rockwell, varaforstjóri í Apple, sambært CNBC.
Nýggja útgávan av Siri fær sína egnu app og fer at kunna leita í gomlum boðum, myndum og kalendaraupplýsingum á iPhone. Eisini verður tænastan tøk á iPad og MacBook.
Siri AI fer harumframt at kunna gera ítøkiligar ætlanir, geva afturmelding og hjálpa til við skapandi hugskotum og kjaki.
Apple boðar eisini frá, at brúkararnir framyvir fáa fleiri røddir at velja ímillum, so Siri kann tillagast persónligum ynskjum.
Tó verður Siri AI ikki tøk í Evropa ella Kina í fyrstu syftu. Orsøkin er avbjóðingar í sambandi við galdandi reglur og lóggávu á hesum marknaðum.
Í øðrum londum verður dagføringin latin brúkarunum seinni í heyst sum partur av eini størri dagføring av stýriskipanini hjá Apple.
Apple lovaði longu í 2024, at Siri skuldi fáa eina umfatandi endurnýggjan. Siri hevur verið ein fastur partur av iPhone og øðrum Apple-tólum í nógv ár og verður vanliga virkjað við orðunum „Hey Siri“.
Á stevnuni kunngjørdi Apple eisini aðrar AI-grundaðar nýggjar loysnir. Millum annað skal kunstig intelligens hjálpa brúkarum at finna og rætta veik loyniorð á ymiskum heimasíðum.











