Summartónar 2000: Í kvøld og í morgin í Norðurlandahúsinum

Ein deutsches Requiem

og annar tónleikur eftir Johannes Brahms.

Í kvøld kl. 19.30 og í morgin kl. 16.00 verður aðalkonsertin hjá Atlantsljómi sum partur av Summartónum 2000 at hoyra í Norðurlandahúsinum.

Luttakandi í ár eru 110-manna felagskór við Ginnungagap úr Noregi, Dania Sonans úr Danmark og Havnarkórinum saman við øðrum sangarum úr Føroyum.

60-manna symfoniorkestrið telur tónleikarar úr Sandnes Symfoniorkester í Noregi, Austrian Art Ensemble úr Eysturríki, og úr Føroya Symfoniorkestri. Solistar eru Berghild Poulsen úr Havn og danski sangarin Lars Thodberg Bertelsen og listarligi leiðari og dirigentur er Yaacov Bergman úr USA.

Á skránni er tónleikur eftir Brahms.


Johannes Brahms

(1833?97)

varð føddur og barnvaksin í Hamborg, men livdi og virkaði mesta av ævi sínari í Wien.

Brahms fekk sín fyrsta týðandi íblástur frá tí um 20 ár eldra samtíðarmanninum Robert Schumann, men leitaði, sum frá leið, meira aftur til klassikarar sum Bach og Beethoven. Í tónleiki hansara finnur tú bæði stranga kontrapunktiska reglusemið hjá barokktónleikinum og ta meira frígjørdu tónaviðgerðina hjá romantikkini. Stóru, dragandi linjurnar og kensluríka innihaldið eyðkenna hendan tónleik og hava ikki bert gjørt navnið Brahms elskað og virt millum leikandi/syngjandi eins væl og lurtandi, men eisini veitt Johannes Brahms sæti millum musikksøgunnar allarfremstu tónaskøld.

Fyri kórsangarar var tað ein eydna, at Brahms sjálvur arbeiddi nógv við kórum og hevur skrivað fjøld av eiggiligum kórtónleiki, sum leitar fram tað einfalt vælljómandi og ofta byggir á fólkatónleik.

Á stóru Brahms-konsertini í Norðurlandahúsinum í kvøld kl. 19.30 og í morgin kl. 16.00 verða trý verk eftir Johs. Brahms at hoyra.


Akademische Festouverture

er at meta sum programmtónleikur, ein serenda, eitt kvøldarljóð, sum greiðir frá ovfarakátum studentum, sum við miklum rómi eru farnir »í býin«. Ymiskir týskir studentasangir eru at hoyra, har symfoniskt viðgjørdir undir meistarans hond, og sum krúnan á verkinum kemur altjóða akademikarakórið fram um øll »Gaudeamus igitur, juvenes dum sumus«.

Høvi til hesa ouverturu var tað, at Brahms í 1879 var vorðin tilnevndur heiðursdoktari við lærda háskúlan í Breslau. Sum tøkk hevði tá Brahms aftan á stuttleika av at festa á blað hetta tónleikaliga studentakæti og senda universitetinum tað.

Schicksalslied, lagnuljóð, er við á skránni sum eitt verk, sum bæði við sínum tónleikaliga dámi og sínari orkesturmanning hóvar væl í framførslu saman við Requiem. Brahms hevur her sett tónleik til eina av yrkingunum hjá gitna týska romantikaranum Friedrich Hölderlin. Hetta er eisini romantiskur tónleikur í orðsins sonnu merking, kór- og orkesturljómur, sum rýnir bæði við tanka og sál.


Ein deutsches

Requiem

At vinmaðurin R. Schumann doyði bert 46 ára gamal í 1856 mundi gera sítt til, at Brahms í 1857 fór undir tað verkið, sum við sínum veldi og tónleikaliga fjølbroytni ikki bert er at meta sum hansara størsta tónleikaliga avrik, men samanumtikið hevur vunnið sær eina serstøðu millum øll tónaverk: Ein deutsches Requiem.

Verkið varð tó lagt til viks og ikki fullført so beinanvegin; men tá móðirin brádliga andaðist í 1865, varð hugskotið um eina deyðsmessu tikið uppaftur. Tað komu tó at ganga enn trý ár, fyrr enn Brahms fekk lagt seinastu hond á.

Í hesum stórverki kemur rættiliga til sjóndar instrumentali kunnleikin hjá symfonikaranum Johs. Brahms og hansara alkøni førleiki at skriva stórbæran polyfonan kórtónleik, sum ikki minst sipar aftur til oriatoriimeistaran G. Fr. Händel. Messan er í sjey pørtum, og hon víkur soleiðis longu í sínum formi frá traditionellu 5-parta katólsku messunum. Eisini í innihaldinum gongur Brahms egnar leiðir.

Teksturin er ikki tann vanligi latínski messuteksturin, men Brahms hevur sjálvur valt tekstin a sínum móðurmál týskum burtur úr Bíbliuni.

Brahms las nógv í Halgubók, men var sjálvur kristiligur á ein meira mannvinarligan hátt heldur enn dogmatiskur og sekteriskt dømandi. Sum hann sjálvur tók til: »Lívið hevur veitt mær størri sársaka, enn eg vænti mær av deyðanum«.

Um enn dómadagsklokkur eisini dynja í hesari deyðsmessu, eru tað tí ikki glatunnar heljarljóð, men heldur boðskapurin um uppreisn og sæla framtíð í tí æviga bústaði, sum eyðkenna hetta megnarverk.


Ó.H.  


Heiðursløta um nýggju ólavsøkukantatu

Í sambandi við konsertina í kvøld verða kosnu vinnararnir av kappingini, sum Kórsamband Føroya læt útskriva um nýggja ólavsøkukantatu, almannakunngjørdir og prísirnir handaðir.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm