Sund skal loysa smábátatrupulleikan

Havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu arbeiðir við ítøkiligum ætlanum um at gera smábátahyl inni á Sundi við plássi fyri 275 bátum. Tvær skitsur eru gjørdar, og prísurin liggur um 25 milliónir krónur.

Havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur nógv arbeiðir í gongd í løtuni.
Seinasta hondin verður løgd á ferjuleguna í Nólsoy, sum verður avhendað hósdagin.
Eisini dýpingin við Tinganes er up at vera liðug, meðan arbeiðið í Bakka júst er farið í gongd.
Men ein av størstu avbjóðingunum hjá havnarnevndini er stóri tørvurin á smábátaplássum. 312 standa á bíðilista.
- Frá at hava verið ein brúkslutur til at fáa sær eitt kók, so er tað at hava bát vorðið ein lívsstílur. Tað vísa eisini bátastevnurnar kring landið, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnarnevndini.
Tað hevur leingi verið arbeitt við einari ætlan at leingja grótkastið á Argjum, men hendan ætlanin er mest sum slept.
- Kostnaðarmetingar vístu, at tað hevði kostað um 22 milliónir krónur at útvega 80 nýggj bátapláss, og tí hava vit hugt eftir øðrum loysnum. Og har vísa kanningar, at vit kunnu fáa upp til 275 nýggj smábátapláss inni á Sundi fyri nakað sama prís, einar 25 milliónir krónur, sigur Jákup Símun Simonsen.

Nógvir møguleikar
Prísurin er nakað tengdur at hvar grótið fæst.
- Verður byrjað at bora Skálafjarðartunnilin, er grótið beint við. Annars vóna vit at kunna taka grótið inni av Sundi, tí skulu vit niðan í Hundsarabotn, verður tað til ein heilt annan prís, sigur Jákup Símun Simonsen.
Fæst grótið á staðnum, fer prísurin at liggja um 24 milliónir krónur.
- Ætlanin er at gera bátahylin fram við trøðni hjá Gustavi á Sundi, har er útgrunt og tí skal ikki so nógv fylla til fyri at gera grótkast, sigur Jákup Símun Simonsen.
Hann sigur, at tað er ein samd havnarnevnd og samgonga í býráðnum, sum arbeiðir víðari við ætlanunum soleiðis, at ein loysn fæst á smábátatrupulleikanum.
- Vit hava eitt gott samskifti við Landsverk, og tí rokna vit við at finna eina loysn í sambandi við verkætlanina, sigur Jákup Símun Simonsen.
Ein bátahylur á Sundi hevði givið stórt øki á landi, sum kundi verið nýtt til nógv ymisk endamál, eitt nú langtíðarleigu.
- Stórt øki verður at seta bátarnar á til viðlíkahald. Møguleiki verður eisini at gera ein drátt, har vognurin koyrir niður í sjógvin at draga bátarnar upp. Teir eru eftirhondini vorðnir so stórir og tungir, at tað gerst ikki við stroppum, sigur Jákup Símun Simonsen.
Somuleiðis er møguleiki at seta eina høll upp inni á Sundi, so til ber at vera innandura, eins og fyritøkur, sum umvæla og selja bátaútgerð, kann hava sítt virksemi á økinum.
- Gongst sum ætlað ber til at fara undir verkætlanina komandi ár, sigur Jákup Símun Simonsen.