Sveisiski lands­liðs­venj­arin hev­ur bland­að­ar kenslur

Andy Schmid harmast mista sigurin, men fegnast um, at hansara menn vendu dystinum í seinna hálvleiki

Mynd: Handball Schweiz

Sveisiski landsliðsvenjarin, Andy Schmid hevði blandaðar kenslur, tá hann tosaði við heimasíðuna hjá evropeiska hondbóltssambandinum aftaná minniliga 28-28 javnleikin móti Føroyum í Unity Arena í Oslo.

 

- Tað er torført at siga, um eg eri nøgdur ella ónøgdur. Tá ein fær eitt mál ímóti sær, tá fá sekund eru eftir av dystinum, so gerst ein sjálvandi vónbrotin. Men tá 35 minuttir vóru leiktir vóru vit aftanfyri við seks málum (13-19). Sæð í ljósinum av tí, so kunnu vit kanska fegnast um tað eina stigið. Kenslurnar eru blandaðar. Men vit taka javnleikin og arbeiða víðari. Sigur Andy Schmid við heimasíðuna hjá EHF. 

 

Við ensktmælta miðilin í Sveis, Bluenews sigur Andy Schmid: - Teir (Føroyar) finna nógvar loysnir, tí teir hava tveir ótrúligar leikarar í Óla Mittún og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Teir høvdu eisini meir enn ein heimavallarfyrimun í høllini. Men vit stóðu ímóti trýstinum, og vit yvirvunnu eitt ótrúliga torført tíðarskeið í seinna hálvleiki, og vit høvdu eisini sigurin á hondum, og tað ger meg stoltan. Vit vilja gjarna taka tað jaliga frá hesum dystinum við okkum. Sigur Andy Schmid. 

 

Í annaðkvøld klokkan 19.30 spælir Sveis móti Slovenia. Føroyar spæla móti Montenegro klokkan 17 í morgin. 

 

 

 

Mynd: Handball Schweiz