Bólkurin, Isabel Sörling Group, sum fór avstað við sigrinum í kappingini, Young Nordic Jazz Comets 2010, fer á pall í Norðurlandahúsinum mikukvøldið klokkan 19.30. Norðurlendska kappingin Young Nordic Jazz Comets 2010 varð hildin í Helsinki í september 2010. Hetta er kapping fyri bestu norðurlendsku jazzbólkarnar, har limirnir eru undir 25 ár.
Úr Føroyum luttóku Jumanji Experience. Hesir vunnu tó ikki, tá tað var svenski bólkurin, Isabel Sörling Group, sum fór avstað við sigrinum. Stílurin hjá teimum var ein blandingur av komponeraðum og improviseraðum tónleiki, og hetta var nakað, sum dómsnevndini dámdi væl at hoyra.
Mikukvøldið klokkan 19.30 fáa føroyingar høvi at hoyra hesar ungu svensku úrmælingarnar. Konsertin verður ein hugnalig café-konsert í forhøllini, og ókeypis verður at koma inn.
Føroysku luttakararnir verða Bendar Spónir - ein vælumtóktur bólkur, sum við sínum tónleiki og framburði hevur skapt sær ein breiðan lurtaraskara millum ung í Havn.