Svøríki hevur vunnið EM fyri fimtu ferð

Tað eydnaðist ikki Spania at vinna triðju EM finaluna á rað

Mynd: Ritzau/Scanpix

Tað var spennandi og øgiliga dramatiskt, tá ið Svøríki og Spania í kvøld dystaðust um, hvat av hesum báðum liðunum, sum fleiri ferðir áður hava vunnið EM, skuldi vinna gull.

 

Svøríki var frammanfyri 12 – 11 eftir fyrra hálvleik, og tað endaði við, at Svøríki vann 27 – 26. Síðsta málið skoraði Svøríki við brotskasti, tá ið eitt sekund var eftir.

 

Gongdin sigur, hvussu spennandi tað var. Ongantíð var annað liðið frammanfyri hitt við meiri enn tveimum málum.

 

Felags fyri Spania og Svøríki er, at tey fleiri ferðir áður hava vunnið EM. Spania hevur vunnið EM tvær tær seinastu ferðirnar – í 2018 og 2020.

 

Finalusigurin hjá Svøríki í kvøld er tann fimti. Fyrsta EM kappingini í manshondbólti var í 1994. Tá átti Svøríki sjáldsama gott landslið, og Svøríki vann EM í 1994 og so aftur í 1998, 2000 og 2002.

 

Í nøkur ár var svenskur landsliðshondbóltur ikki heilt á toppinum, men fyri einum ári síðani, tá ið HM kappingin var í Egyptalandi, tapti Svøríki finaluna ímóti Danmark.

 

Í kvøld var talan um liðavrik, men millum stóru spælararnar vóru Niclas Ekberg, sum var annar av toppskjúttunum við fimm málum. Fýra av teimum vóru við brotskasti, og eitt av teimum var avgerandi málið, sum hann skoraði við brotskasti, tá ið tíðin var um at vera farin.

 

Ein annar av stóru spælarunum á svenska liðnum í kvøld var málverjin Andreas Palicka, sum bjargaði 13 ferðir, og sum aftur í kvøld var millum málskjútarnar.

 

At tað eydnaðist Svøríki at vinna EM kappingina, sum tríggjar tær seinastu vikurnar hevur verið í Slovenia og Ungarn, har finalan var í Budapest í kvøld, er merkisvert, tí Svøríki hevur undir kappingini verið illa plágað av koronu. Tað hevur havt við sær, at fleiri spælarar ikki hava verið tøkir. Ikki færri enn 22 spælarar hava verið við til at umboða Svøríki, sum nú fegnast um EM heitið og um, at Svøríki nú aftur er á toppinum í altjóða hondbólti.

 

Venjari hjá Svøríki er norðmaðurin Glenn Solberg.

 

Um eitt ár fer Svøríki at spæla á heimavølli, tá ið HM í hondbólti verður í Póllandi og Svøríki.

 

Vinnarar av EM kappingini 

 

1994Svøríki
1996Russland
1998Svøríki
2000Svøríki
2002Svøríki
2004Slovenia
2006Frakland
2008Danmark
2010Frakland
2012Danmark
2014Frakland
2016Týskland
2018Spania
2020Spania
2022Svøríki

Mynd: Ritzau/Scanpix