– Eg haldi ikki, at tað var skynsamur fíggjarpolitikkur, tá ið undanfarna býráð gjørdi eina útstykking í Kollafirði við tí endamáli at selja tey fyri fullan prís.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Tórshavnar Kommuna er farin undir eina útstykking í Kollafirði við 22 grundstykkjum. Men tað hevur av álvara kloyvt Tórshavnar Býráð í tvey, at meirilutin í býráðnum nú ætlar at selja grundstykkini við stórum undirskoti.
Tey siga, at tað er yvirhøvur fyri at sleppa av við tey,
Men í minnilutanum eru tey púra forfard, tí tey siga, at hetta er at at gera mun á fólki og at tað er ólógligt av eini kommunu at velja nøkur fá fólk burtur úr og geva teimum sersømdir, tí kommunan hevur altíð selt grundstykkini fyri tann prís, tað kostar at útvega tey.
Les eisini: Havnarfólk rinda so at onnur liva í sús og dús
Og avleiðingin av tí er, at minnilutin fer at klaga meirilutan fyri kommunala eftirlitinum.
Annika Olsen borgarstjóri, heldur, at tað er »fullkomiliga galimatias« at bjóða grundstykki í Kollafirði til sølu fyri einar 600.000 krónur, sum er fullur prísur.
– Tað er burturvið at bjóða lesandi, barnafamiljum, og øðrum, sum vilja flyta í Tórshavnar Kommunu, eitt grundstykki í Kollafirði fyri 600.0000 krónur, sigur hon.
Hon vísir á, at hetta er ein spurningur um marknaðarprís, og marknaðarprísurin á einum húsum í Havn er nógv hægri enn hann er fyri eini hús í Kollafirði
Les eisini: Klaga meirilutan í Tórshavnar Býráð fyri kommunala eftirlitinum
Borgarstjórin vísir á, at Kommunan hevur fyrr brent seg av grundstykkjum, tí á sinni vórðu eisini grundstykki útvegað í Kaldbak, men har liggur kommunan innibrend við fleiri stykkjum tí tey skulu seljast fyri fullan prís, og tað er so dýrt í Kaldbak, at ongin vil hava tey.
Og hon heldur, at tá ið undanfarna býráð longu hevði so ringar royndir úr Kaldbak, var tað ikki fíggjarliga skynsamt eisini at stykkja út í Kollafirði við tí fyri eyga at vænta fullan prís fyri grundstykkini.
Tískil heldur hon, at fíggjarliga var tað ikki skynsamur politikkur at endurtaka mistakið í í Kaldbak, har tey longu lógu innibrend við grundstykkjum, tí at tey vóru ov dýr.
Og Annika Olsen sigur, at verður málið klagað til kommunala eftirlitið, skal tann parturin eisini takast við.
– Skal kommunala eftirlitið viðgera málið, má tað lýsast út í æsir og so má kommunala eftirlitið eisini meta um, hvussu fíggjarliga skynsamt tað var at fara undir eina útstykking í Kollafirði, við tí í hyggju at selja grundstykkini fyri fullan prís.
Hon sigur, at her skal serliga havast í huga, at kommunan longu frammanundan hevði ringar royndir úr Kaldbak, har kommunan liggur innibrend við fleiri grundstykkjum, tí tey eru for dýr.
– Nú kommunala eftirlitið tekur málið upp, gangi eg sterkt út frá, at alt málið verður lýst frá fyrsta degi av, sigur Annika Olsen.
Annars heldur hon, at nú er stundin komin til at býráðið leggur eina heildarætlan á hesum øki, og tað arbeiðið er hon sinnað at taka upp.