Tað gongur rætta vegin hjá dómarunum

Dómarar: Dómarafelagið ætlar sær miðvíst at arbeiða fyri at halda teimum, sum hava útbúgving til at døma

Føroyskir fótbóltsdómarar hildu um vikuskiftið til á Hotel Føroyum. Teir vóru á skeiði, sum norðmaðurin Reidar Björnstad hevði ábyrgdina av, og fríggjakvøldið hevði dómarafelagið ársaðalfund. Lassin Isaksen, sum hevur verið í nevndini síðani 1991, stóð fyri valið og varð afturvaldur.

Hinir báðir nevndarlimirnir eru Hans Falkvard Hansen og Tummas Pauli Olsen. Eftir fundin skipaði nevndin seg. Lassin Isaksen, sum hevur verið formaður øll árini síðani 1991, ynskti ikki at halda fram. Í hansara stað varð Hans Falkvard Hansen valdur til nýggjan formann. Tummas Pauli Olsen er skrivari, og Lassin Isaksen er kassameistari.

26 dómarar, sum eru ætlaðir at døma í 1. og 2. deild, vóru á skeiðnum, og umframt teir vóru eisini fleiri aðrir luttakarar. Teirra millum vóru FSF umboð, sum hava við dømingina at gera, og onkrir dómaraeygleiðarar.


Eru betri fyri

Lassin Isaksen heldur, at tað er hugaligt at merkja, at áhugin fyri at døma er vaksandi, og at dómararnir tykjast vera alt betri fyri:

? Leygardagin vóru dómararnir til roynd í, hvussu væl teir eru fyri. Støðan kundi verið betri, enn hon er, men tað hugaliga er, at dómararnir tykjast vera betri fyri, enn teir áður hava verið. Teir flestu stóðu royndina við ein glans, og teir fáu, sum ikki gjørdu tað, fáa ein nýggjan møguleika um tríggjar vikur.

Royndin hjá dómarunum var tað, teir kalla bib royndin ella ein yoyo roynd, sum tað eisini verður nevnt. Um úrslitini verða umroknað til tað meiri kendu cooper royndina, so var miðaltalið fyri teinin hjá dómarunum umleið 2700 metrar í tólv minuttir.

? Vit eru nøgdir við hetta. Tað, sum vit harmast um og ætla at gera nakað við, er, at fleiri, sum hava lokið dómaraprógv og sum áður hava dømt ikki eru aktivir meiri. Semja var millum luttakararnar um at arbeiða miðvíst við at kveikja áhugan millum hesar dómararnar aftur.


Fóru víða

Norski gesturin greiddi á skeiðnum frá tí, sum gongur fyri seg í norsku dómaraverðini:

? Broytingar eru á skránni alla tíðina. Í fjør vóru tær ikki so sjónligar, men vit skilja á lagnum, at í sambandi við EM endaspælið í summar fer okkurt nýtt at vera á skránni. Higartil hevur tað verið soleiðis, at formliga hevur dómarin verið tann, sum dømdi, meðan hjálpardómararnir hava markerað, og so hevur tað verið ábyrgdin hjá dómaranum at avgera, um tað skal dømast ella ikki. Ætlanin er nú, at hjálpardómarin ? umframt rangstøðuna, innkastini og hornaspørkini/málspørkini ? eisini skal døma fríspark og annað sovorðið, veit Lassin Isaksen at siga.

Niklas á Líðarenda og Jógvan Jensen eru lógtulkarar og lærumeistarar í føroyskari fótbóltsdøming. Teir høvdu báðir orðið á skeiðnum. Niklas greiddi frá, hvussu hann fyrireikar seg til eitt kappingarár og til ein einstakan dyst, og Egga Jensen legði í sínum innleggi størsta dendin á upphitingina.

Tað er semja um, at nú skal tað í sambandi við 1. deildardystirnar á mannfólkasíðuni markerast við, hvussu nógva tíð dómarin hevur lagt afturat vanligu leiktíðini:

? Vit hava ikki 4. dómarar í Føroyum, og tað hevur onkrar praktiskar trupulleikar við sær. Men teir eru ikki størri, enn at teir kunnu loysast. Hvussu hetta verður gjørt er ikki greitt enn, men tað er semja um, at hetta skal roynast í hesum fótbóltsárinum, sigur Lassin Isaksen.

Dómarafelagið hevur tveir limir í dómaranevndini hjá FSF. Teir eru Jákup F. Joensen og Øssur Mohr. FSF umboðini í nevndini eru Óli Holm og Karl Vidtfeldt.