Tað sær ótrúliga gott út hjá KÍ

(Sending frá Rás2) Í fótbóltspanelinum var Jákup Ósá, ítróttarskrivari hjá KÍ høvuðsgestur. André Olsen og Tróndur Arge viðgjørdu føroysku Europa Cup luttøkuna

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dagsins fótbóltspanel á Rás2, har Jákup Ósá, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum var høvuðsgestur.

 

Jákup Ósá og Tróndur Arge umrøddu ótrúliga góðu gongdina hjá KÍ í effodeildini, og Jákup Ósá metti eisini um 16. umfar í effodeildini, og útlitini fyri seinnu hálvu, tá kappingin verður tikin uppaftur 24. juli.

 

Seinna partin av sendingini prátaði verturin við André Olsen og Trónd Arge um EM í fótbólti, og luttøkuna hjá B36, NSÍ, Víkingur og HB í Champions League og Europa League kappingunum.

 

Klokkan 19 í kvøld sigur Tróndur Arge frá dystinum KÍ-AB á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 18.30.