Tað verður sera tætt millum KÍ og Víking

(Ljóðsending frá Rás2) Rógvi Jacobsen, Hans Jørgin Djurhuus og Leivur Frederiksen vóru gestir hjá fótbóltspanelinum hjá Rás2 í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dagsins fótbóltspanel á Rás2, har evnið var finalan um løgmanssteypið millum KÍ og Víking, sum byrjar á Tórsvølli klokkan 18 leygardagin. In.fo og Rás2 siga beinleiðis frá steypafinaluni.

 

Gestir í dag vóru gamla landsliðskempan, Rógvi Jacobsen, Hans Jørgin Djurhuus hjá Víkingi, sum hevur leikbann til steypafinaluna, og Leivur Frederiksen, ítróttarmiðlamaður hjá Kringvarpi Føroya.

 

Rógvi Jacobsen, Hans Jørgin Djurhuus og Leivur Frederiksen eru allir samdir um, at tað verður sera tætt og lítið, sum skilur KÍ og Víking í finaluni. 

 

Í sendingini komu eisini inn boð frá lurtarunum um hvat tey tippaðu í dystinum millum KÍ og Víking.