Landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu í dag.
Samuel er fyrsti føroyski leikarin, ið spælir dyst í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini, ið eisini eitur: bundesligan.
Í fyrsta kappingardystinum fyri SV Ried var Samuel á vøllinum allan dystin, tá Ried á útivølli megnaði javnleik 1-1 móti Lustenau.
Lustenau legði seg á odda í 26. minutti, men átta minuttir seinni javnaði Jussef Nasrawe fyri Ried, og fleiri mál komu ikki í dystinum.
Fyri avrik sítt fær Samuel í karakteri: 6,5 frá Sofascore og 7,0 (av 10 møguligum) frá Soccerstand.
Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Ried dyst á heimavølli móti gamla stórliðnum, Rapid Wien.
Í 2021 og 2022 spældi John Frederiksen 28 dystir og skoraði fimm mál fyri Amstetten í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini.











