Dystur var í kvøld leiktur millum liðini hjá Óla Mittún og Teis Horn Rasmussen, GOG og TTH Holstebro í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Dysturin í Arena Svendborg endaði við javnleiki 29-29. Í steðginum var Holstebro á odda 13-12. GOG hevði annars eina stóra favorittstøðu undan dystinum.
Fyri GOG er talan um fyrsta stigamissin hetta kappingarárið. GOG hevur fimm stig fyri tríggjar dystir. Holstebro hevur trý stig fyri tríggjar dystir.
Óli skoraði trý mál og legði upp til fimm mál, umframt at vinna GOG eitt brotskast.
Í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í HØJ fyri einum sera óvæntaðum tapi á útivølli.
Í Rækker Mølle høllini hevði HØJ eina risastóra favorittstøðu móti Rækker Mølle. Men tað var heimaliðið, ið vann dystin 37-34. Í steðginum var HØJ á odda 18-16.
Danskir ítróttarmiðlar eru skelkaðir av óvæntaða tapinum hjá HØJ.
HØJ hevur tvey stig fyri tveir dystir. Ísak var noteraður fyri eitt mál.











