Tað er gull og aftur gull í Sarpugerði

1. DEILD: Við sigri á útivølli ímóti NSÍ staðfesti Víkingur oddasessin í næstbestu deildini

Í morgin fer besta liðið hjá Víkingi suður í Gundadal at spæla ímóti HB. Tað kann væl vera, at FM heitið verður staðfest í morgin, og um tað ikki verður í morgin, so verður tað um eina viku, tá ið 07 Vestur verður gestur í Sarpugerði.

 

Í dag var næstbesta liðið hjá Víkingi í grannauppgerð ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Víkingur vann 4-2, og tað var staðfesting av, at Víkingur hevur vunnið 1. deild. Víkingur hevur 51 stig, og tá ið FC Suðuroy á øðrum plássi hevur 45 stig, er tað greitt, at Víkingur undan síðsta umfari hevur vunnið gull. Síðsti dysturin hjá Víkingi verður fríggjadagin, tá ið víkingarnir fáa vitjan av B36.

 

NSÍ var eftir fyrra hálvleik frammanfyri 2-1. Súni Hansen legði heimaliðið á odda í fjórða minutti, Rani Hansen javnaði tveir minuttir seinni, og Meinhard Fríðalvur Janusarson legði NSÍ á odda 2-1, tá ið tað restaðu fýra minuttir av fyrra hálvleiki.

 

Eftir steðgin skoraði Víkingur trý mál. Jákup Martin Jarnskor skoraði åi 59. og 69. minutti, og Jósef Ólavsson staðfesti 4-1 sigurin, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.

 

Í síðsta umfari fær Víkingur vitjan av B36, meðan NSÍ fer at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy, sum í dag vann uppflyting í bestu deildina.