Tað er lagt upp til rimma endaspurt í kappingini millum 10-mannafør. Í dag var tað Havnarbáturin, sum var fyrstur á mál, og tað ber við sær, at undan sundalagsstevnu og ólavsøku er tað bara eitt stig millum tveir teir fremstu bátarnar.
Ormurin Langi hevur 33 stig, og Havnarbáturin hevur 32 stig.
Aftur í dag Klaksvíkingur síðstur á mál, men tað vóru ábendingar um frægari avrik hjá klaksvíkingum í dag, enn tað hevur verið undanfarnu fýra ferðirnar. Starturin hjá Klaksvíkingi var so mikið góður, at hann eftir startspurtin lá stavn um stavn við Havnarbátin.
Havnarbátin fekk góðan start, meðan starturin hjá Orminum Langa var minni góður. Áðrenn teiurin var hálvrunnin, var Ormurin Langi frammanfyri Klaksvíking, og leingi var tað ein hálvur skutur ella so frá Orminum Langa og fram til Havnarbátin.
Á síðstu stóru hundrað metrunum vóru teir báðir fremru bátarnir heilt stavn um stavn. Eina lítla løtu sá tað út til, at Ormurin Langi fór at vinna, men so var aftur púra javn, og á málinum var Havnarbáturin 1/50 av einum sekundi undan Orminum Langa.
| 1 | Havnarbáturin (HR) | 04:14.34 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Ormurin Langi (RK) | 04:14.39 | +00.10 | 6 | ||
| 3 | Klaksvíkingur (KRF) | 04:20.05 | +05.42 | 5 |
| 1 | Ormurin Langi (RK) | 5 | 33 | ||
| 2 | Havnarbáturin (HR) | 5 | 32 | ||
| 3 | Klaksvíkingur (KRF) | 5 | 25 |
rsf.fo











