Í sambandi við at nátatíðin byrjar, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nøkur góð ráð til tey, sum eru nátungum, og sum taka upp.
Og tað er neyðugt at ansa væl eftir fyri at sleppa undan nátasjúkunu. Náti og nátungi kunnu nevniliga hava eina bakteriu í sær sum kunnu smitta andaleiðirnar og geva eitt slag av lungnabruna. Vanliga vísir sjúkan seg 4 -14 dagar eftir smittuna og tí er tað avgerandi at tey, sum eru eftir nátungum, og tey, sum taka upp, eru ansin.
Nátungar ið eru rak, og sum síggja sjúkir og ússaligir út, eiga ikki at verða tiknir. Og tey, ið eru eftir nátungum, eiga at vera í oljuklæðum og at vaska tey, og onnur klæðir, tey hava verið í, væl, tá ið tey eru komn aftur.
Tað er eisini avgerandi at vaska sær væl um hendurnar bæði á túrinum efti nátungum, og aftaná. Tey, sum eru eftir nátungum, eiga at vaska sær um hendurnar, áðrenn tey fáa sær at eta, ella áðrenn tey festa sær í. Tað er best er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloraminpulvur fæst á apotekinum.
Av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, er best at nátungarnir verður skáldaður. Verða nátungarnir royttir eigur tað at verða gott luftskifti har roytt verður. Tað er eisini hent, at tey, sum royta, eru í masku.
Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt, og annað frá nátaveiðuni, skulu koyrast í plastposar og beinast burtur hjá IRF ella brennistøðini í Havn.
Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni, við skjálvta. turrum hosta, høvuðpínu og og eini 39 í fepuri. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa følir seg sjúkan. Heldur nakar seg hava fingið nátasjúkuna, skulu tey fara til lækna alt fyri eitt.
Síðani 1991 eru seks tilburðir av nátasjúku skrásettir í Føroyum, ein í 1991, tvir í 2003, tveir í 2016 og ein í 2017.
Tá ið nátungin er royttur, skáldaður, ella skrædlaður, er vandin fyri smittu lítil og eingin. Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá natin er kókaður ella stoktur. Nátungi, ið er saltaður, smittar ikki.
Er ætlanin at selja nátunga, skal tað verða frá løggildum stað ella eftir kunngerðini um heimaframleiðslu. Heilsufrøðiliga starvstovan mælir til, at nátungi verður ikki seldur, fyrr enn hann er skáldaðir ella royttir og ílignir. Teir kunnu sjálvandi eisini vera skrædlaðir.