Tað hevur miseydnast hjá Russlandi

- Russland heldur fram við at "brutalisera" partar av Ukraina, men ukrainar standa sterkir, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, á tíðindafundi í Póllandi í morgun.

Eftir vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið, eru amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken og amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, í Póllandi. 

 

Í morgun segði Antony Blinken á tíðindafundi í Póllandi, at vitjanin í Kyiv var ein møguleiki at vísa amerikanskan stuðul til stjórnina í Ukraina. 

 

Báðir amerikansku ráðharrarnir hittu eitt nú ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, undir vitjanini. 

 

Á tíðindafundinum í morgun segði Antony Blinken, at hernaðarligu málini hjá Russlandi í Ukraina eru miseydnað, meðan tað hevur eydnast hjá Ukraina.

 

Uttanríkisráðharrin segði, at eitt sjálvstøðugt Ukraina fer at verða standandi leingi eftir Putin'sa Russland, sum hann tók til. Hann segði eisini, at Russland heldur fram við at "brutalisera" partar av Ukraina, men legði aftrat, at ukrainar standa sterkir.

 

Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, segði í Póllandi í morgun, at fundurin millum londini snúði seg bæði um, hvussu Ukraina skal vinna kríggið - og eisini um, hvussu landið kann fyrireika seg til framtíðina.

 

Verjumálaráðharrin segði eisini, at kríggið í Ukraina hevur broytt seg soleiðis, at ukrainar hava brúk fyri langtrøkkandi vápnum, eins og Ukraina hevur biðið um at fingið stríðsvognar.