1. deild menn:
VÍF-H71 28-31 (14-15)
H71 gjørdi tað óvæntaða.
Hóast mong vónaðu, at teir fóru at vinna á VÍF sunnudagin, so mundu tað neyvan verða øll tey somu, sum trúðu uppá møguleikan.
Og tað var kanska ikki so løgið. H71 royndi fleiri ferðir í fjør at fáa bilbukt við VÍF, men tað nyttaði einki, og tá teir nú aftur skuldi royna seg móti sterka meistaraliðnum, vóru teir ikki júst favorittar.
Men hoyvíkingar vístu slíkan vilja, bæði til at vinna og stríðast, sjálvt tá tað ikki lítkist einum sigri, at teir kundu fara úr Vestmanna við báðum stigunum, eftir ein tættan, harðan og spennandi oddadyst fyri eygunum á fleiri enn 500 áskoðarum.
Tað var ein hondbóltsdystur, sum tænir spælinum sjálvum, og sum bara kann gera reklamu fyri ítróttinum, sum ikki júst hevur fingið bestu undirtøkuna seinnu árini. VÍF spældi væl, H71 eisini, og so stríddust liðini um hvønn tumma á vøllinum, um hvønn bólt og fyri hvørjum møguleika at fáa avgerandi munin í dystinum.
Tað gekk javnt á allar 60 minuttirnar, nervin var allatíðina í dystinum, og hóast vestmenningar komu á odda fram móti endanum av dystinum, og sjáldan lata slíka leiðslu frá sær, eydnaðist tað hoyvíkingum at manna seg upp og fara fram um aftur.
Loysti seg at mansverja Inga
Ingi Olsen, sum skuldi verða lyklaspælarin hjá VÍF í dystinum, og sum ferð eftir ferð hevur víst, at hann er besti spælarin í landinum, varð mansvardur frá byrjan til enda av oddadystinum. Hallur Danielsen varð settur at dekka Inga, og hóast vestmenningurin fekk stolið sær seks mál, órógvaði mansverjan av sentrala spælaranum hjá VÍF vestmenningar nógv.
? Sjálvt um Áki Olsen fekk 14 mál, so var tað taktiskt klókt at mansverja Inga Olsen, tí hann dugir so sera væl at fáa hinar við, hann skorar ikki bara mál, men hann spælir eisini upp til hinar, segði Jákup Símun Simonsen hjá H71 eftir dystin.
? Vit høvdu viljan til at vinna, vit stríddust sera væl allatíðina, og so hevði tað eisini týdning, at vit tóku Inga burtur úr spælinum.
Størri breidd
H71 royndi fleiri ferðir í fjør at vinna á VÍF, men tað eydnaðist ongantíð, teir taptu hvørjaferð.
? Vit hava størri breidd á liðnum í ár, og vit hava bygt víðari á tað, sum vit avrikaðu saman við Páll Poulsen í fjør. Men tað krevur nógv. Vit verða noyddir at venja nógv og annars gera nógv við tað, skulu vit halda okkum í oddinum, heldur Jákup Símun Simonsen.
? Og vit ætla okkum ikki at leypa fram av fyri tað um vit hava vunnið á VÍF. Enn eru vit bara í grundspælinum, men tað er týdningarmikið, at onkur vinnur á vestmenningum, tí so síggja hini liðini, at tað er ikki ógjørligt.
? Klára vit nú at fylgja eftir VÍF, so kunnu vit fáa eitt ómetaliga spennandi endaspæl, og sjálvur trúgvi eg, at vit kunnu verða við í oddinum.
Bóru seg undan at taka brotskast
Tað gekk báðar vegir, tá VÍF og H71 dystaðust sunnudagin. Liðini fylgdust allatíðina, og tey skiftust um at verða á odda. Í hálvleikinum hevði H71 munin við einum máli, og seinna hálvleik hildu teir seg leingi frammanfyri, eitt skifti vóru teir trý mál á odda.
Men VÍF gav ikki upp og teir javnaðu eftir fáum minuttum trýmáls leiðsluna hjá H71. Síðani royndu bæði liðini at leggja seg fram um, men so javnaði hitt aftur.
Tá sjey minuttir vóru eftir at spæla fór VÍF eftir einum minutti frá 23-24 og uppá 25-24, og tá lá í luftini, at vestmenningar høvdu tikið ferð á seg og fóru at avgera dystin. Men so varð ikki.
H71 javnaði, og hóast VÍF aftur fór fram um 27-26, kláraði H71 enn einaferð at javna, so støðan var 27-27 tá fýra minuttir vóru eftir at spæla. Hetta útjavnandi málið kom við brotskasti, sum Hans Guðmundsson skoraði við. Fleiri H71?arar bóru seg undan at taka hetta brotskastið, tí tað hevði avgerandi týdning fyri dystin, og so tók íslendski venjarin ábyrgdina á sínar herðar og skoraði.
Tað gjørdi hann aftur í seinasta minuttinum av dystinum, tá hann avgjørdi odda dystin til fyrimuns fyri sítt lið. Seinastu fýra minuttirnar skoraðu hoyvíkingar fimm ferðir, meðan VÍF bert fekk eitt mál.
H71 vann sostatt tætta oddadystin, og tað høvdu teir uppiborið. Teir stríddust væl og høvdu so góðan vilja og disiplin, sum sjáldan áður.