Hóast sitandi landsstýri hevur marknaðarført seg nógv sum eitt “grønt landsstýrið”, so sæst hetta ikki aftur í verki. CO2 útlátið er vaksið í hesum valskeiðinum, og el-lóggávan er broytt, soleiðis at ætlaðar grønar umleggingar eru blivnar ómøguligar at gjøgnumføra. Nú hava umboðini fyri samgonguna í rættarnevndini lagt eitt álit fram, har mælt verður Løgtinginum frá at samtykkja eitt lógaruppskot frá andstøðuflokkunum um at skipa ein el-marknað.
Skal hjálpa borgarunum
Tað er sera trupult hjá vanligum borgarum at gjøgnumskoða, um tað loysir seg at leggja um til grøna orku. Hvør íløga er tann rætta, hvussu nógv kostar hon, hvussu nógv sparir hon í rakstrinum, og hvussu nógv ár tekur tað at spara íløguna innaftur? Alt hetta eru viðkomandi spurningar, sum eru torførir at svara.
Tí høvdu tilboð við pakkaloysnum, har alt er íroknað, verið fremjandi fyri grøna orkuskiftið. Harvið høvdu fólk kunnað fingið nágreiniliga at vita, hvussu nógv tey skuldu rinda hvønn mánað tey næstu árini.
Tað var endamálið við uppskotinum hjá andstøðuni. Tey sum selja orkuloysnir skuldu kunna gera avtalu við SEV um el-prís, og hesin prísurin skuldi so vera partur av eini pakkaloysn, har kundin langtíðarleigaði eina hitaskipan. Neyðugt hevði ikki verið hjá kundanum at tikið lán, og veitarin hevði gjørt alt arbeiðið við at skifta oljufýringina út við eina nýggja, grøna skipan.
Gott fyri tey við lágari inntøku
Kanningar vísa, at tað eru fyrst og fremst fólk við høgum inntøkum, ið gera íløgur í el-bilar og grønar hitaskipanir. Hetta hongur uttan iva saman við, at tey við lægri inntøkum hava ikki ráð til slíkar íløgur. Men við uppskotinum frá andstøðuflokkunum høvdu borgararnir sloppið undan at tikið dýr lán, og tey høvdu eisini fingið at vita frammanundan, hvussu nógv tey skuldu rinda hvønn mánað – bæði fyri íløgu og streym.
Men enn einaferð velur samgongan at fella eitt “grønt uppskot”. Tey vilja ikki hjálpa teimum lægstløntu at gerast partur av grøna orkuskiftinum. – Tað verður tosað grønt, men handlað svart.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin