Tær settu Føroyar á heimskortið

Og fyri tað fingu tær Megnarprísin í dag

Tað vórðu tær báðar, Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig, sum fingu Megnarprísin í ár.

 

Tað eru tær báðar, sum hava stovnað kendu klædna- og mótafyritøkuna Guðrun & Guðrun.

 

Tað vóru Íverksetarahúsið, og blaðið Kvinna, sum hava gjørt av at heiðra kvinnuligum íverksetatum og hesa ferð fór heiðurin til tveir kvinnuligar íverksetar, sum bæði hava megnað at endurnýggja seg, og at seta Føroyar á heimskortið.

 

Virðislønin verður latin kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverksetari. Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu, greiddi frá, at nógv góð boð upp á kvinnur, ið høvdu uppiborið heiðurin, vóru komin inn.

 

-Megnarkvinnan 2015 er ein fyrimynd og ein vegvísari fyri aðrar kvinnuligar íverksetarar. Megnarkvinnan hevur alla tíðina megnað at endurskapa seg og koma við nýggjum hugskotum og givið føroysku kvinnuni íblástur, segði hon.

 

Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig hava megnað at blíva partur av føroyska húsarhaldinum, men hava eisini sett Føroyar á heimskortið við sínari egnu tulking av føroyska handverki.