Fiskivinna
Sosialurin í Runavík: Tað er rættiliga stórur áhugi fyri at taka fiskivinnutingið uppaftur.
í áttatiárunum var fiskivinnutingið eitt fast og ógvuliga vælumtókt tiltak, sum varð hildið í Norðurlandahúsinum einaferð um árið.
Tað var Karl Andreassen, sáli, ið var skrivari í Fiskivinnuráðnum, sum tók stig til at halda fiskivinnutingið og tey duttu eisini niðurfyri aftur við honum, tá ið hann fall frá. Tó hervði Vinnurhúsið eitt fiskivinnting aftur í nítiárunum.
Men hóast talan var um eitt ting, var talan um alt annað enn politikk, tí fiskivinnutingið var eitt slag av eini fakligari ráðstevnu, har har ymisk viðurskifti í fiskivinnuni vórðu lýst á fakligum støði.
Síðani tað datt niðurfyri, hevur áhugi verið at endurstovna tað aftur og serliga seinastu tíðina hevur tankin rættiliga fingið lív.
Og nú fiskivinnustevna er í Runavík, helt stýrisbólkurin fyri fiskivinnuroyndir, at tað var rætt at nýta hetta høvi at vita, um áhugi yvirhøvur er at endurreisa fiskivinnutingið.
Stýrisbólkurin heldur, at tað manglar eitt fakligt støði, har evni, sum fiskivinnan heldur hava týdning, verða tikin til viðgerðar og lýst nærri.
Og tað var Ásmundur Guðjónsson, sum er samskipari hjá stýrisbólkinum fyri fiskivinnuroyndir, varð biðin at lodda dýpið.
Tað gjørdi hann við at kalla saman til fundar umborð á Norrønu, nú hon liggur við bryggju í Runavík.
Hann hevði boðað øllum hugsandi myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum, sum hava við fiskivinnu at gera, frá fundinum.
Og tað vísti seg, at tey, sum halda, at saknur er í fiskivinnutinginum, hava gitt rætt, tí rættiliga nógv fólk var á fundi og harafturat høvdu eisini nógv boðað frá, at tey stuðlaðu tankanum, uttan kortini at koma á fund.
Og tað heldur Àsmundur Guðjónsson er neyðugt, tí tekur taka tey, sum hava áhuga í fiskivinnu, ikki undir við ætlanini, er grundarlagið tikið undan henni.
Fundurin umborð á Norrønu var mest at kalla eitt hugarok, uttan at nakarar avgerðir vórðu tiknar, men tað, sum liggur í kortunum, er, at fiskivinnutingið aftur skal vera eitt afturvendandi tiltak einaferð um árið.
Hvørji evni, tey komandu fiskivinnutingini fara at viðgera, veit hann heldur ikki, men tað kunnu so mong. Eitt nú heldur hann, at tað er neyðugt, at vit geva altjóða rákinum um umhvørvisvernd og um, hvussu tilfeingið skal gagnnýtast eitt føroyskt innihald, tí nú eru tað í stóran mun. umhvørvisfelagsskapir, sum seta treyitrnar og vit eru fyri tað mesta í verjustøðu.
Høvdu stóran týdning
Ásmundur Guðjónsson sigur, at fiskivinnutingini høvdu stóran týdning fyri kjakið um fiskivinnuna, tí har vóru nógvir viðkomandi spurningir drignir fram
?Sostatt vóru tey eisini við til at hækka vitanarstøðið um okkara høvuðsvinnu og tey vóru eisini staðið, har teir ymsu partarnir í fiskivinnuni møttust undir óformligum umstøðum.
Hann sigur, at Fiskivinnuálitið, sum kom í 2000, umrøður eisini førleikamenningina í fiskivinnuni sum ein týðandi tátt í royndunum at menna fiskivinnuni.
? At endurstovna Fiskivinnutingið kann gerast ein liður í hesi menning.
Á fundinum umborð á Norrønu mikudagin, var eisini ein bólkur valdur, sum skal arbeiða víðari við hugskotinum og gera tilmæli um, hvørji evni kunnu takast upp o.s.fr.
Í bólkinum sita Ásmundur Guðjónsson, Rani Nolsøe, Jens Helgi Toftum og Áki Johansen.