Átakið fer at gera mun

Mentamálaráðið valdi at seta pening av til átaki móti orðblindni, tí tað sømir seg kki einum samfelag at sleppa skrivi- og lesiveikum fólkum upp á fjall, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum

Alt byrjaði við eini ráðstevnu, sum felagsskapurin Lions tók stig til og skipaði fyri saman við Mentamálaráðnum.
Saman við Hans-Paula Christiansen, formanni í danska orðblindafelagnum varð aftaná farið undir at útbúgva lærarar at undirvísa orðbindum og lesi- og skriviveikum fólkum.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum heldur tað vera týdningarmikið at lofta skúlanæmingum beinanvegin, men her verður fokus sett á tey vaksnu við lesi- og skrivitrupulleikum.
- Nógv vaksin fólk hava ongantíð fingið nakra hjálp og hava tí havt torført við at koma víðari í lívinum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Í fjør varð ein serstøk konto gjørd á fíggjarlógina til lesi- og skriviveik, og tað varð gjørt fyri at varpa ljósa á henda trupuleika, sum hevur verið fjaldur og tagdur burtur. Sum aðrir fjaldir trupuleikar hevur hesin verið fongdur við skomm.

Eitt stig á leiðini
Helena Dam á Neystabø fegnast um, at komið nú er so langt, at teir fyrstu lærarnir nú hava fingið hesa útbúgving, og at lærarar bæði á vinnuskúlum, miðnámsskúlum og kvøldskúlum nú hava førleika til at hjálpa orðblindum og lesi- og skriviveikum fólkum og ráðgeva teimum í at brúka tey hjálpartól, sum finnast.
- Tað sømir seg ikki einum samfelag, ið nevnir seg eitt framkomið samfelag at sleppa teimum orðblindu upp á fjall. Tey kunnu ikki gera við, at tey hava fingið hendan trupulleika. Vit eiga eisini at hava í huga tey vánalig úrslitini í Pisa - og øðrum kanningum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon dugir ikki at siga nær farið verður víðari við at útbúgva fleiri lærarar.