TB skal spæla á Mølini í dag

Tvørámenn ætlaðu sær frá húsum í gjárkvøldið, tí FSF hevur gjørt av, at útsetti landskappingardysturin millum EB/Streym og TB skal spælast klokkan fýra seinnapartin í dag

UPPTAKT

Dysturin skal spælast í hesi vikuni. Tað vóru boðini, eftir at Lassin Isaksen sunnudagin í ótýdligum heystarveðri á Mølini hevði gjørt av, at tað ikki bar til at halda fram at spæla. Tá var dysturin tveir minuttir gamal.
Fyrrapartin í gjár fingu EB/Streymur og TB og Lassin Isaksen boð frá FSF skrivstovuni, sum sigur, at dysturin skal spælast mikudagin 21. september klokkan 16.00. Tað við øðrum orðum siga, at TB spælararnir skulu norður í seinasta lagið í morgun, men tá ið boðini vóru komin suður fyrrapartin í gjár varð roknað við, at teir flestu skuldu fara norður í gjárkvøldið.
- Útspælið var, at dysturin skuldi spælast klokkan 17.15 mikudagin. Sjálvandi ber tað til at fara norður mikumorgunin, men tað er ikki optimalt. Fyritreytirnar eru betri, um vit fara norður dagin fyri. Um dysturin so hevði verið klokkan 17.15, so høvdu vit verið við hús aftur hósdagin klokkan 15. Tað vil siga, at tveir arbeiðsdagar høvdu farið. Nú er tíbetur avgjørt, at dysturin verður klokkan 16. So sleppa vit suður aftur mikukvøldið, siga teir í TB.
Á Tvøroyri liva teir framvegis í vónini um, at tað skal eydnast at bjarga lívinum í bestu deildini, hóast tað ikki sær nakað serligt út.
- Vit vóna, at vit fáa stig suður aftur við. Men heilt avgerandi lykladystirnir eru teir, sum vit skulu spæla móti hinum botnliðunum. Sunnudagin kemur GÍ at vitja. Tá nyttar einki annað enn full úrtøka hjá okkum. Um tað eydnast, so verður framvegis vón, tí vit skulu eisini spæla móti VB og ÍF, verður sagt av Tvøroyri.
Jon Johannesen er leikbannaður, og Dan Mortensen verður heldur ikki við í dag. Hann er vøddaskaddur, og hann verður heldur ikki við móti GÍ. Tað verður Jon heldur ikki. Leikbannið hjá honum er í tríggjar dystir.
Útreiðslurnar hjá TB í sambandi við ferðirnar norður um liggja um einar 6-8 túsund krónur hvørja ferð. Tí vóna teir inniliga, at tað fer at bera til at spæla í dag. Veðurvánirnar hava ikki verið nakað serligar, men nú fæst at síggja.
Á Mølini vandu teir mánakvøldið í silvitni. Í gjár var veðrið gott at spæla fótbólt í, og teir vóna, at tað fer at bera til í dag, hóast veðurvánirnar í gjár ikki søgdu frá besta veðri.
Í EB/Streymi rokna teir við sera torførari uppgávu seinnapartin í dag.
- TB spælir fyri lívinum, og tí verður tað torført, hóast tað hjá okkum hevur hilnast væl nógvu tær seinastu ferðirnar. ÍF avrikið í Gundadali móti B36 staðfesti, at tað framvegis er soleiðis, at einki er givið frammanundan, staðfesta teir í EB/Streymi.
Hans Pauli Samuelsen gongur við brotnum beini, og Knút Vesturtún er framvegis ikki tøkur. Annars eru allir hinir hjá EB/Streymi til reiðar at stríðast fyri sigrinum í dag.