Í seinna parti av frásøgnini fylgja vit monnunum, eftir at teir komu til lands í Íslandi. Túrurin inn til strondina var vandamikil, og sjálvt tá ið teir vóru komnir inn um fjørðin, var langt frá vist, at teir vóru slopnir úr neyðini.
Men í Íslandi møttu teir einari gestablídni, sum teir ongantíð gloymdu. Ein bóndafamilja tók ímóti teimum, gav teimum mat og innivist og hjálpti teimum víðari á longu ferðini heim til Føroya.
Í Sosialinum greiðir Óli Jacobsen frá móttøkuni í Íslandi, ferðini til Reykjavíkar og seinasta teininum heim. Frásøgnin byggir á orðini hjá einum av monnunum, sum sjálvur var við.
Les seinna partin av dramatisku søguni um Arizonu í Sosialinum hetta vikuskiftið.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.












